Tað endaði 1-0 til heimaliðið, tá ið EB/Streymur í góðveðrinum í Hólmanum á Eiði hevði vitjan av B68. Sigurin ber við sær, at EB/Streymur er á fimta plássi við sjey stigum, og tapið ber við sær, at B68 er á áttanda plássi við trimum stigum.
Sigursmálið skoraði Boubacar Dabo átta minuttir eftir steðgin, tá ið hann samanspældi við miðvallaran Mórits Heina Mortensen, áðrenn hann sneiddi tveir av sínum gomlu liðfeløgum av sær og setti bóltin í málið. Boubacar Dabo spældi við B68 í 2022 og 2023, áðrenn hann í fjør flutti til EB/Streym. Hetta var onnur ferðin í ár, at Dabo var málskjútti. Fyrra ferðin var í fyrsta umfari, tá ið EB/Streymur á útivølli vann 2-0 ímóti FC Suðuroy.
Venjarin hjá heimaliðnum Sigfríður S. Clementsen hevur leikbann í fýra dystum. Tí var tað hjálparvenjarin Niels Pauli Danielsen, sum hevði ábyrgdina av heimaliðnum:
-Vit fegnast um, at tað eydnaðist at vinna. Tá ið vit stóran part av seinna hálvleiki vóru yvirmannaðir, so áttu fyritreytir at veri fyri uppaftur størri sigri, men talan var um javna uppgerð, og tá ið síðsta bríksl hevur verið snýr tað seg um at hava vunnið, og tað eru vit stak væl nøgdir við, sigur Niels Pauli Danielsen í samrøðu við Hera Á. Simonsen í FM1 útvarpinum.
Skírisdag fer EB/Streymur at spæla á útivølli ímóti Víkingi.
B68 venjarin Jákup á Borg harmast um, at B68 enn einaferð sá tvey reyð kort:
-Í dag var leingi talan um javna uppgerð, og tað er einki at siga til, at heimaliðið vann. Hósdagin fara vit í Gundadal at spæla ímóti B36, sum er væl fyri og stórfavorittur ímóti okkum. Um vit skulu hava nakran møguleika at vinna stig, so er tað alneyðugt, at vit eru ellivu á vøllinum alla tíðina. Tað vóru vit ikki í dag, tá ið vit fyri aðru ferð í ár mistu tveir spælarar. Hetta mugu vit tosa um og ansa eftir, at vit ikki leypa framav, hóast tað hevur stóran týdning, at spælararnir eru uppsettir, sigur Jákup á Borg.
Eitt stórt korter eftir steðgin sá álopsspælarin Jóhan Josephsen gula kortið fyri aðru ferð í tíggju minuttir og harvið eisini reyða kortið, og í næstsíðsta minutti sá miðvallarin Magnus Holm Jacobsen beinleiðis reytt kort.