B68 snýtti HB

Hóast heimaliðið hevði greiða yvirvág í spæli og møguleikum, so eydnaðist tað kortini toftamonnum at fáa trý stig burtur úr torføra útidystinum

Hóast HB verjan í fleiri dystum higartil í ár hevur verið undir stórum trýsti, so hevur tað kortini eydnast vart málið rættuliga væl. Sostatt hevur liðið higartil í ár verið tað, sum hevur latið fægst mál fariðigjøgnum, nevnliga fýra.

B68 megnaði tó einsamalt at gera tað sama, sum undanfarnu fimm mótstøðuliðini hjá HB, nevnliga at skjóta fýra mál. Tað kann tó ikki sigast, at toftamenn løgdu nakað stórt trýst á HB verjuna, men hinvegin var úrtøkan úr møguleikunum nakað væl omanfyri 100%, og tí gekk tað sum tað gekk.


Vøkur mál

Dysturin var ikki gamal, tá HB legði seg á odda. Janus Joensen, sum rættuliga hevur fingið sítt gjøgnumbrot í ár, lyfti bóltin inn um toftaverjuna, har Pætur Dahl kom við fullari ferð. Í fyrstu atløgu eydnaðist tað Magnusi Poulsen í B68 málinum at verja fyri skotinum frá Pæturi, men í aðru atløgu slapp Andrew av Fløtum framat, og so var heimaliðið á odda.

Gleðin var tó stokkut hjá HB leikarunum. Fimm minuttir eftir leiðslumálið, legði Marlon eina sera neyva sending fram um HB verjuna, har Marcello var fyrstur á, og so var 1-1.

Fimm minuttir seinni varð aftur galið í HB verjuni. Súni Fríði og Marcello spældu saman, og hetta endaði við, at Mercello royndi at lyfta bóltin inn um HB verjuna. At síggja til var eingin vandi, men Øssur Hansen stóð har, sum bólturin datt niður, og hóast hann stóð við rygginum móti málinum, so fekk hann snarað sær á og heilfluktað bóltin í HB málið. Ein sera flott detalja av Øssi.

Eftir hetta tóku toftamenn seg alsamt longur aftur á vøllin, og tað viðførdi sjálvandi eisini, at HB fekk góðar umstøður at leggja trýst á. Einstakir møguleikar spurdust eisini burtur úr, men nærri enn eitt skot á stólpan frá Jón Róa komu teir tó ikki. Líkt var sostatt til, at B68 skuldi fara til hálvleiks við leiðsluni, men beint undir steðginum eydnaðist tað kortini HB at javna.

Eftir sløsut verjuspæl og eitt sindur av aftur og fram í B68 brotsteiginum, datt bólturin at enda niður hjá Halli Danielsen. Hann gjørdi skjótt av, langaði til, og umvegis fót á verjuleikara legði bólturin seg til rættis í síðunetinum.

At fáa mál ímóti sær somikið stutt fyri hálvleik, var sjálvandi eitt álvarsligt bakkast fyri toftamenn, men beint sum seinni hálvleikur byrjaði, gjørdist vánirnar fyri einum líkinda úrslitið enn verri.

Í fyrsta álopinum í seinna hálvleiki eydnaðist tað nevnliga Jón Róa Jacobsen at senda bóltin í málið, og so vóru havnarmenn aftur á sigurskós.


Fróði gjørdi mun

Undan dystinum varð mett, at Fróði Benjaminsen framhaldandi mátti taka til takkar við einum sessi á síðulinjuni, og hetta var sum so framvegis galdandi sunnudagin.

Leiðslumálið hjá HB noyddi tó B68 venjaran at satsa eitt sindur, og í eini roynd at venda dystinum, varð Fróði so sendir á vøllin. Skilligt var, at hann ikki er komin heilt fyri, og tað mundi vera gott og væl ein rulla av tape, sum varð nýtt at lappa knæðið saman við, men hetta skuldi kortini vísa seg at vera ein heppin avgerð hjá Jóannesi.

Hóast venjingarstøðan enn ikki er í topp, so kom beinanvegin nógv meira friður yvir B68 liðið, og Fróði hevði heldur ikki verið leingi á vøllinum, fyrr enn hann hevði gjørt sítt fyri at fáa javnvág í dystin.

Hann varð sendir avstað í høgru, og komin oman í brotsteigin snýtti hann Janus Joensen, so hesin ístaðin fyri bóltin rakti beinið á Fróða. Dómarin var eirindaleysur, og eftirfylgjandi brotssparikið setti Súni Fríð umvegis stólpan í málið.

Toftamenn tóktist væl nøgdir um javnstøðuna, og enn einaferð løgdu teir seg aftur at verja, fyri síðani at dúva upp á kontraálop. Trupulleikin tóktist tó vera, at Marcello og Súni Fríði vóru alt ov einsamallir frammi, og tí var ongantíð nakar broddur í mótálopunum.

Hetta fjørdi eisini sítt til, at trýstið frá HB gjørdist alsamt harðari, og fleiri ferðir var eisini um reppið at bólturin endaði í meskunum.

Millum annað hevði Andrew einar tvær naskar royndir, Rúni var so at siga leysur, men skeyt við síðuna av, og eisini høvdu Pætur og Símun hvør sína naska frísparksroynd, uttan at støðan á máltalvuni (sum framhaldandi ikki riggar sum hon skal) broyttist av hesum ávum.

Eisini var talan um hópin av vandamiklum innleggum, og satt at siga, so mundu flestu áskoðararnir bert bíða eftir, at tað skuldi eydnast HB at avgera dystin.

Tá eitt lið soleiðis trýstir mótstøðuliðið, er ofta vandi fyri kontraálopum, men í roynd og veru var talan als ikki um nakran málmøguleika, tá B68 slapp at avgera dystin.

Ein langur bóltur varð sendir oman á HB hálvuna, har Marcello og Hans kapprunnu eftir bóltinum. Hóast bótlurin var langt úti í høgra verjuborði, og tískil at kalla vandaleysur, so gjørdi Bárður kortini av at fara ein útferð. Marcello var fyrstur á bóltinum, og tá hann sá, hvar Bárður var staddur, sparkaði hann fyrstu ferð til bóltin, sum spakuliga hoppaði seinasta pettið inn í HB málið.

Frøin á toftamonnum mundi so at siga ongan enda tikið, meðan HB leikararnir ikki trúðu sínum egnum eyðum. Meginpartin av dystinum høvdu teir havt so at siga alt spælið, men lítið hjálpti hetta. Toftamenn fingu fýra mál úr tveimum møguleikum, og hetta tryggjaði so teimum trý stig.


Nógvar ónollur

Hóast HB so at siga allan dystin hevði bóltin meira, so var talan ongantíð um nakað serliga fótbóltsspæl í Gundadali.

Hóast eftiransingarnar ongantíð vóru so tættar, sum ein kundi væntað av tveimum av fremstu liðunum í bestu deildini, so meganði hvørki av liðunum at sýna nakað flótandi fótbóltsspæl.

Hóast onkur av málunum vóru vøkur á at líta, so vóru hesi úrslit av einmansavrikum ella einstakari góðari sending, heldur enn góðum fótbóltsspæli.

Í ávísum førum tóktust leikarar eisini at hava gloymt alt um fótbóltsspæl, og royndu heldur at berja mótstøðumenninar niður, og eitt nú er Hans á Lag helst fegin um, at dómarin ikki sá hann koyra Eyðstein Skipanes um koll, meðan bólturin var aðrastaðni á vøllinum.

Yvirhøvur tóktist dómarin ikki at ansa nóg væl eftir teimum ónollum, sum vórðu framdar á vøllinum, tá bólturin var aðrastaðni. Ikki tí, dómarin skal sjálvandi hyggja at tí, sum fyriferst, har bólturin er, men hinvegin kom fleiri ferðir fyri í deyðbóltsstøðum, at leikarar nærum bardust í brotsteiginum, uttan at hvørki dómari ella linjuverjar tóktust latast um vón.

Alt í alt ein heldur linligur dystur í Gundadali, har HB ongantíð kom í nær námind tí spæli, sum teir sýndu í hálvfinaluni móti VB, og har toftamenn heldur ikki fingu prógvað, hví teir eiga rættin at kalla seg oddalið.

Ikki tí. Ein dygd hjá oddaliðum er sjálvsagt eisini at fáa úrtøku úr møguleikum sínum, og hetta megnaði B68 til eitt reint 13-tal, og var hetta eisini at kalla einasta orsøkin til, at teir fingu stigini við sær heimaftur.


HB-B68 3-4 (2-2)


1-0: Andrew av Fløtum 8.

1-1: Marcello Marcelino 13.

1-2: Øssur Hansen 18.

2-2: Hallur Danielsen 44.

3-2: Jón Rói Jacobsen 46.

3-3: Suni Fríði Johannesen (br.) 57.

3-4: Marcello Marcelinho 90.


Dómari: Petur Reinert


HB:

Bárður Johannsen - Jóhannis Joensen, Hans á Lag, Símun Eliasen, Janus Joensen - Hallur Danielsen, Ingi Rasmussen, Rúni Nolsøe, Pætur Dahl - Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


B68:

Magnus Poulsen, Jan C. Dam, Arnbjørn Danielsen, Jákup Djurhuus - Jan Petersen, Marlon Jorge, Øssur Hansen, Eyðstein Skipanes, Jákup Eli Olsen - Marcello Marcelino, Súni Fríði Johannesen