B71 er á bronsuplássi

1. DEILD: Sandoyingar skoraðu seint í seinna hálvleiki sigursmálið í Sørvági

Mynd: B71

Í dag vann B71 2-1 á útivølli ímóti teimum næstbestu hjá 07 Vestur. B71 hevur nú 18 stig og er á triðja plássi. 07 Vestur hevur framvegis ongan dyst vunnið, og úrtøkan hjá vágaliðnum er eitt stig.

 

Tølini siga, at gestirnir av Sandi høvdu væl fleiri royndir ímóti málinum enn heimamenninir.

 

Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið B71 fekk hol á. Málskjútti var 17 ára gamli Jónatan Kjærbo, sum skoraði fyri triðju ferð í ár.

 

B71 var frammanfyri inntil í 69. minutti. Tá javnaði 07 Vestur við brotssparki, sum Predrag Jeremic umsetti til 1-1.

 

Sigursmálið skoraði B71, tá ið tað restaðu átta minutti. Málskjútti var Tijani Mohammed eftir upplegg frá Suna Herman Petersen. Hetta var triðja málið hjá Tijani Mohammed í ár. Saman við Jónatan Kjærbo og Jovanni Garcia er hann toppskjútti hjá B71.

 

Silas Eyðsteinsson vardi málið hjá 07 Vestur í dag. Ari í Haraldstovu Petersen hevur seinastu ferðirnar vart málið í bestu deildini, og tað fer hann eisini at gera í morgin, tá ið besta liðið hjá 07 Vestur fer at spæla á útivølli ímóti HB.

 

Hósdagin fær B71 vitjan av NSÍ, og 07 Vestur fær vitjan av HB.

 

Mynd: B71