Mótbrekkan er brøtt hjá sandoyingum, sum eftir 1. hálvleik lógu undir 2-0 í Gundadali ímóti HB.
Tíðliga í 1. hálvleiki noyddist álopsspælarin Clayton Soares at fara av vøllinum, og nú teir fóru undir 2. hálvleik, er B71 málverjin, Símun Rógvi Hansen, ikki komin aftur á vøllin. Hann er skaddur, og útispælarin Símin Hansen verjir nú B71 málið.