Tað var rættuligt málrok í síðsta dystinum, tá ið áttandapartsfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið vóru á skránni í dag.
Undrið FF hevði í Gundadali vitjan av B71, og sandoyingarnir fóru suður aftur við fjórðingsfinaluplássinum. B71 vann 10-8!
Eftir vanliga leiktíð var 4-4, longda leiktíðin endaði 1-1, og í brotssparkskappingini vann B71 5-3!
Undrið FF var um reppið at vinna í vanligu leiktíðini, tá ið dómarin tríggjar ferðir bríkslaði fyri brotssparki.
Dómarin legði fimm minuttir aftrat vanligu leiktíðini, og í síðstu sekundunum bríkslaði hann fyri brotssparki til B71. Tá var Undrið FF frammanfyri 4-3, men Thomas Hans Rubeksen var tryggur úr ellivu metrum, og so var neyðugt við longdari leiktíð.
Undrið FF-B71 8-10 eftir longda leiktíð og brotssparkskapping
1-0: Johan Eyvind R. Mouritsen 32.
1-1: Bogi Hermansen 51.
1-2: Thomas Hans Rubeksen 55.
1-3: Allan Tungá 64.
2.3: Kristian Vilhelm Jacobsen br 78.
3-3: Kristian Vilhelm Jacobsen br 81.
4-3: Erling Fles 89.
4-4: Thomas Hans Rubeksen br 90.+5
Longd leiktíð
5-4: Erling Fles 94.
5-5: Bakari Bojang 113.
5-3 til B71 í brotssparkskappingini