B71 vann 3. deild

Leygardagin eydnaðist B71 at vinna finaludystin í 3. deild. Dysturin var móti B36, sum telur fleiri veteranar, sum áður hava gjørt um seg í fremstu røð. Hjá B71 var talan um eitt rættiliga ungt lið, har æviga ungi Eli Hentze virkaði sum stýrimaður, og har einstakir aðrir veteranar eisini gjørdu sítt til at stabilisera spælið. Stutt fyri steðgin kom B71 á odda, tá Eli Hentze sendi brotsspark í netið. Djóni Nolsøe Joensen hjá B36 gjørdi honum tó kynstrið eftir, og løtu seinni stútaði sami Djóni B36 upp á 2-1. Men so tóktist orkan ganga undan. Jón Koytu Petersen skoraði tvey frálík mál, og tá B36 royndi at spenna álopsbogan seinastu løtuna, kundi Ebbe Kristin Thomsen staðfesta sigurin.