Tit kunnu steðga tá ið tit vilja og fara í hagan, tá ið tit vilja.
Hetta er boðskapurin í einum faldara til útlendsk ferðafólk í Føroyum. Men nú hevur Brúkaraumboðið fingið eina klagu um faldaran og í tí sambandi verður víst á lógina um »hegn og markfred« frá 1937, tí har stendur, at fólk skulu biðja um loyvi til at fara av bygdagøtuni tá ið fara í hagan.
Tað er lýsingavirkið, Sansir, sum hevur gjørt faldaran, og Brúkaraumboðið sigur, at virkið viðgongur, at hetta kann misskiljast. Sansir boðar frá, at júst hetta brotið um at ganga í haganum verður tikið úr faldaranum ella broytt í eini nýggjari útgávu, sum kemur í heyst.
Brúkaraumboðið heldur, at verða upplýsingarnar í nýggja faldaranum, rættaðar, er tað nøktandi og tí verður ikki gjørt meiri við málið.
Brúkaraumboðið ger eisini Sansir vart við, at veðrur upplýst um at ganga í bønum og haganum, og einki verður sagt um, at tað krevst loyvi, kann tað vera brot á marknaðarføringslógina um at brúka skeivar upplýsingar, ella at tiga týðandi upplýsingar burtur.
Annars fegnast Brúkaraumboðið um, at vegleiðingar eru um, hvussu ein skal bera seg at í føroysku náttúruni. Men í hesum føri var vegleiðingin ikki nøktandi, tí tað ikki var nágreinað, at loyvi skal fáast til vega, tá gingið verður innangarðs og tá ið farið verður av bygdagøtunum uttangarðs.