Eftir samráðingar í Alaska heldur kríggið fram

Aftur í nátt hava Russland og Ukraina sent dronur og rakettir eftir hvørjum øðrum

Í nátt hevur russiski herurin lopið á ukainsk landaøki við tilsamans 85 dronum og rakettum.

 

- 61 av hesum eru skotnar niður, veit ukrainska loftverjan at siga í morgun.

 

Á hinari síðuni veit russiska tíðindastovan RIA at siga, at Ukraina eisini hevur lopið á mál í Russlandi við fleiri dronum.

 

- Russiska loftverjan hevur skotið niður 29 ukrainskar dronur, skrivar russiska tíðindastovan í morgun.

 

Hetta merkir, at samráðingarfundurin í Alaska í gjárkvøldið millum Donald Trump og Vladimir Putin steðgaði ikki krígsatgerðunum landanna millum.

 

Í stuttum er úrslitið av fundinum millum forsetarnar báðar, at eingin avtala er millum londini, og kríggið í Ukraina heldur fram.