Bach-konsert í Christianskirkjuni

Tað eru í ár liðin 250 ár síðani mæta týska tónaskaldið Johann Sebastian Bach doyði. Í hesum sambandi, verður tónleikaligi kirkjufaðirin fagnaður víða hvar, við konsertum og tiltøkum.

Eisini í Klaksvík verður Bach heiðraður. Tað verður gjørt við einari konsert komandi sunnukvøld og einari konsert, sum verður hildin í heyst. Seinni í heyst verður skipað fyri trimum fyrilestrakvøldum í kirkjukjallarinum. Fyrilestrarnir skulu lýsa ævisøguna hjá Bach, eins og ljós verður varpað á samtíð hansara, bæði tónlistarliga og átrúnaðarliga.

Konsertin sunnukvøldið verður kl. 20.30 í Christianskirkjuni. Skráin verður áhugaverd og fjølbroytt. Ein kvintet, floyta og strúkarar, fara at framføra eina av Orkestursuitunum hjá Bach. Helga Gerðalíð og Meinhard Bjartalíð fara at spæla orgultónleik av Bach. Sopran-solisturin, Daisy Johannessen, fer at syngja tvær kendar ariur, nevniliga »Aus Liebe will mein Heiland sterben« og »Jauehzet Gott in allen Landen« og Klaksvíkskórið fer at syngja Bach-koralir. Kórið fer m.a. at framføra »Jesus bleibet meine Freude« saman við orgul og obo, og »Nú takkið Gudi øll« saman við orgul, tveimum cornettum og paukum.

Fólk fáa møguleikan at stuðla tiltakinum, við tað at talvan verður sett fram í forkirkjuni.

Eftir konsertina siglir Alfa Pilot frá Stongunum til Leirvíkar.