Tað var Eirikur í Jákupsstovu, løgtingsmaður Tjóðveldis, sum hevur sett Bjarna Kárason Petersen ein grein 52a fyrispurining um nógv umrødda málið um fráfaringarlønina, sum stjórin á Posta fekk – tá hann fekk løn í hálvt ár, eftir at hann sjálvur segði seg úr starvi eftir átta mánaðir í starvinum.
Spurningurin frá Eiriki í Jákupsstovu er soljóðandi:
1. Hvørjar tankar ger landsstýrismaðurin sær, nú tað er komið fram, at stjórin í Posta skal hava bæði fráfaringarløn og bonus, tá hann sambært nevndarformanninum sjálvur hevur sagt upp, og nevndin harmast um uppsøgnina?
2. Hvussu er støðan í dag við stjórasáttmálum í hvørjum einstakum almennum partafelag, tá tað kemur til bonus-avtalur, uppsagnartreytir og líknandi?
3. Er landsstýrismaðurin nøgdur við støðuna, og um ikki, hvørjar broytingar ætlar hann at gera?
– Tað almenna skal ikki vera lønarførandi, er mín greiða fatan, sigur landsstýrismaðurin í svarinum til fyrsta spurningin.
– Tá Posta seinastu ferð setti nýggjan stjóra, gjørdi eg tí fyri nevndarformanninum greitt, at tað skuldi vísast hóvsemi við vanligu stjóralønini og at bonus skuldi verða knýtt at ítøkiligum avrikum. Hetta varð eisini gjørt, og nýggi stjórin fekk munandi minni í løn enn tann undanfarni.
– Eisini havi eg havt eitt gott samskifti við nevndarformannin í Føroya Tele um lønarpolitikkin fyri leiðsluna har.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur umrøtt fráfaringaravtaluna við nevndarformannin, og hann hevur veitt mær vissu fyri, at nevndin metti bonusavtaluna at vera innan fyri karmin av sáttmálanum, av tí at nevndin var nøgd við tað arbeiðið, ið stjórin hevði avrikað, fyri at venda gongdini í felagnum. Hetta haldi eg tískil eigur at koma fram í málinum.
Til spurning tvey sigur landsstýrismaðurin, at stjórin í Føroya Tele fór munandi niður í løn í mun til, hvat hann fekk í Grønlandi og nýggi stjórin í Posta fekk eisini væl minni í løn enn tann undanfarni.
– Fleiri sáttmálar í almennu partafeløgunum eru gjørdir áðrenn mína tíð sum landsstýrismaður, og fleiri liggja undir øðrum aðalráðum. Tað er eisini ilt at siga, hvør løn er tann rætta, tí tað eru ymisk lønarløg og viðurskifti innan ymisku virkisgreinarnar, sigur hann.
Til síðsta spurningin vísir Bjarni Kárason Petersen á, at hann hevur sum landsstýrismaður mælt nevndunum til hovsemi.
– Og teir sáttmálar, ið hava verið gjørdir í mínari tíð, meti eg at hava hildið seg innan fyri normar um løn í almennum partafeløgum, sum t.d., at bonus skal vera tengt at ítøkiligum avrikum og ikki skal vera yvir 25% av árslønini, og at fráfaringarsamsýningin ikki eigur at vera hægri enn 12 mánaðarlønir.
– Eg ætli mær at taka samsýningarpolitikkin upp við nevndirnar á næsta fundi fyri at tryggja, at øll feløgini eru á rættari kós hesum viðvíkjandi.
Og til síðst sigur landsstýrismaðurin soleiðis:
– Tó at mælt verður til hóvsemi, tá nýggir stjórar verða settir, slepst illa undan, at teir hava ábyrgd av milliardavirðum hjá landinum, og at teir tí skulu hava eina kappingarføra løn, sigur Bjarni K. Petersen, landsstýrismaður, í svari til fyrispurningin frá Eiriki í Jákupsstovu, løgtingsmanni.