Grønu økini í Tórshavnar Kommunu

Grønu økini í kommununi verða dúgliga nýtt og notin av bæði stórum og smáum. Vit skulu ansa eftir grønu økjunum, røkja tey og menna tey – og soleiðis økja um trivnaðin.

• Hvussu nógv fet munnu dagliga verða gingin eftir tí gøtunetinum, sum seinastu árini er lagt í grønu økini í kommununi? Svarið er óteljandi! Stór og smá hava tikið væl ímóti grúsgøtunum, tí tær gera tað lætt og høgligt at ganga í náttúruni – burtur frá hørðu ferðsluni. Vit eiga at gera fleiri grúsgøtur – bæði í og uttanfyri Havnina, ja í allari kommununi. Gøtur skulu verða væl frámerktar, og kort eisini gerast yvir allar gøturnar í allari kommununi, so tað verður lætt at fáa yvirlit yvir góðar túrar at spadsera ella renna eftir.

 

• Tað eru nógv góð initiativ í samband við grønu økini, sum borgarar sjálvir koma við. Eitt nú dagurin, har skøran skal týnast - ella ruddingardagurin. Kommunan eigur at átaka sær ein størri leiklut, tá ið borgarar koma við hugskotum til, hvussu vit gera grønu økini betri.

 

• Eisini úti í grannaløgunum hava grønu økini stóran týdning. Kommunan má lurta eftir hugskotunum hjá eitt nú eigarafeløgum og øðrum. Tey kenna øki. Tað hevur tað stóran týdning at hava borgaran við í, hvat skal gerast á grønu økjunum. Tí har skulu bæði børn og vaksin trívast.

 

• Leys øki í kommununi skulu í størri mun skipast til grøn øki, har fólk kunnu sansa náttúruna, løða upp og njóta eina løtu – heldur enn at tey verða tikin til hissini bygging.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

Tí í Tórshavnar Kommunu skulu øll trívast – eisini gongufólk

 

Heilsan Elin Heðinsdóttir Joensen, valevni fyri Javnaðarflokkin