Badminton spælarar seta met í Reykjavík

Føroyingar í 38 av 51 møguligum hálvfinalum

Í gjár vóru innleiðandi dystirnir í einmansleiki, tvímansleiki og blandaðum tvímansleiki spældir í Reykjavík International Games. Føroysku spælararnir stóðu seg væl.

 

Les eisini: Føroyar vunnu øðrvísi landsdystir móti Íslandi

 

Badminton sambandið sigur, at talan var um fleiri spennandi, tættar og gevandi dystir. Samanlagt hava føroyingar vunnið seg í 38 av 51 møguligum hálvfinalum. Tað er nýtt met, og tá er enntá talan um at í onkrum av hálvfinalunum standa føroyingar báðumegin netið.

 

- Føroysku badmintonspælararnir eru í stóri menning, og at sleppa til eina kapping uttanlands gevur teimum dirvi at dríva á við venjingini, verður sagt úr badmintonsambandinum.

 

Føroysku spælararnir hitaðu upp til RIG, við at vinna heldur øðrvísi ungdómsbadmintonlandsdystir móti Íslandi í aldursbólkunum U13, U15 og U17. Í dag eru hálvfinalurnar og finalurnar á skránni.