Bæði føroyingaliðini í bestu kvinnudeildini í hondbólti í Íslandi spældu fyrstu fjórðingsfinalurnar í kvøld.
Natasja Hammer gjørdist toppskjútti hjá Haukum við seks málum. Haukar taptu 27-30 fyri fyri KA/Þór í fyrstu fjórðingsfinaluni, ið var leikt á Akureyri í kvøld.
Gongdin í dystinum var hendan: 4:1, 6:5, 7:7, 10:10, 10:12, 15:16, 19:19, 21:20, 24:23, 26:26, 26:27, 30:27.
Sunnudagin klokkan 17 taka Haukar móti KA/Þór á heimavølli í 2. fjórðingsfinaluni.
Ingibjørg Olsen skoraði eitt mál fyri ÍBV, ið tapti fyrstu fjórðingsfinaluna á heimavølli fyri Stjørnuni 22-28.
Gongdin í dystinum var hendan: 2:2, 6:5, 8:8, 10:10, 10:12, 11:17, 14:19, 17:21, 18:23, 19:24, 20:24, 22:28.
Longu leygardagin klokkan 17 leika Stjarnan og ÍBV 2. fjórðingsfinaluna.