Bæði Hákun og Vilhelm vóru fyri tapi í kvøld

Málskjótingin hjá føroyingunum í bestu donsku mansdeildini í hondbólti var soltin í kvøld

Talan gjørdist um eitt soltið føroyingakvøld í bestu donsku hondbóltsdeildini í kvøld. 

 

Vilhelm Poulsen, ið gjørdist toppskjútti hjá Lemvig-Thyborøn við átta málum móti Sønderjyske í undanfarna umfari kom ongantíð í somu snúningar í kvøld.

 

Lemvig-Thyborøn tapti tepurt 24-25 fyri Fredericia á heimavølli. Fredericia skoraði sigursmálið beint áðrenn tíðin var farin. Vilhelm Poulsen skoraði eitt mál uppá tvær málroyndir í kvøld. 

 

Hákun West av Teigum skoraði eitt mál, tá hann og liðfelagarnir í Skanderborg-Århus á heimavølli taptu 28-33 fyri Aalborg, ið hevur Mikkel Hansen á liðnum. Mikkel Hansen gjørdi eisini toppskjútti hjá Aalborg við níggju málum. Í steðginum var Aalborg á odda 17-13.

 

Skanderborg-Århus og Lemvig-Thyborøn standa enn við ongum stigi aftaná tveir teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

 

Leygardagin klokkan 17 hevur Lemvig-Thyborøn torføran útidyst móti Aalborg. Dagin eftir klokkan 17.30 spælir Skanderborg-Århus á útivølli móti Holstebro.