Bagge og hansara menn smurdu Ísrael av

U-21 landsliðið: Eftir steðgin var føroyska liðið hamskift, og tá eydnaðist at venda hóttandi tapi til fyrsta sigurin og fyrstu stigini í hesi kappingini

Undan uppgerðini í heystarveðrinum á Svangaskarði í kvøld vísti støðutalvan, at Føroyar høvdu spælt fýra dystir, høvdu tapt allar, og at málmunurin var 3 – 16.

Nú hevur íslendski dómarin Helgi Mikael Jónasson bríkslað fyri síðstu ferð, og máltalvan vísir 3 – 1.

Føroyar hava vunnið 3 – 1. Eftir fyrra hálvleik var Ísrael frammanfyri 1 – 0, og tá var tað absolut einki, sum bendi á, at hetta fór at enda við heimasigri.

Tíggju minuttir undan steðginum legði Yosufi Ísrael á odda við brotssparki, og tá ið spælararnir fóru av vøllinum var kenslan meiri, at hetta enn einaferð fór at enda við tapi, enn hon var, at hetta fóru okkara menn at orna í seinna hálvleiki.

Men eftir steðgin var føroyska liðið sum hamskift. Stríðsviljin var øgiligur, sjálvsálitið var stórt, og hugflogið vaks støðugt.

Tað setti av álvara futt í galosjurnar, tá ið Mads Mikkelsen sjey minuttir eftir steðgin, og eftir at hava sneitt seg leysan, javnaði til 1 – 1. Føroyska verjan við liðformanninum Bjarna Petersen á odda var sannførandi og helt høvdið kalt, tá ið talan var um trongstøður. Eitt nú tá ið vongverjin í høgru Ari Olsen við bringuni tamdi bóltin aftur til Róa Mørk Hentze, ið var sera sannførandi millum stólparnar. Ungi Samuel Johansen Chukwudi spældi sum veteranur í miðverjuni, har hann var suverenur í luftspælinum, og Ari Olsen og Hanus Sørensen vóru sera raskir bæði annanvegin og hinvegin.

Tá ið lítið korter var eftir, løgdu Føroyar seg á odda, og seks minuttir seinni var 3-1. Í fyrra førinum var tað klossut sjálvmál, sum ísraelski málverjin gjørdi, eftir at væl upplagdi Stefan Radosavljevic legði flatt inn fyri úr høgru, og seinna málið skoraði Petur Knudsen, tá ið hann vann bóltin av miðverjunum og var púra kaldur, tá ið hann setti bóltin framvið málverjanum.

Magnus Holm Jacobsen gekk undan á miðvøllinum, har hann saman við Stefan Radosavljevic og Peturi Knudsen vann flestu nærdystirnar. Í álopinum runnu Pætur J. Petersen, Jonn Johannesen, sum var snýttur fyri brotsspark, tá ið støðan var 1 – 1, og Mads Mikkelsen sum fyri lívinum, og so vístu skiftingarnar, at talan er um góða breidd.

Lukas Giessing, Stefan Løkin, Andri Benjaminsen og Arnbjørn Svensson arbeiddu sum fyri lívinum og høvdu ongar trupulleikar í samanspælinum.

Ísreal er ikki at kimsa at. Undan tapinum á Svangaskarði í kvøld hevði Ísrael vunnið tveir dystir og spælt tveir javnar og var nummar tvey í bólkinum, har tað eru seks lið.

Nýggi U-21 landsliðsvenjarin Sámal Erik Hentze er ein vinnari. Tað vísti hann aftur í kvøld, og nú fegnast hann saman við spælarunum. Ein teirra er sonurin Rói Mørk Hentze, sum var brandur millum stólparnar. Hann og liðfelagarnir høvdu marginalirnar við sær, tá ið ísraelar ikki megnaðu at fáa nýttu úr góðum støðum.

Men 3 – 1 sigurin varð fyrst og fremst vunnin av óføra røsku ungu føroyingunum, sum í seinna hálvleiki vístu, at teir bæði duga at stríðast og spæla.

Shalom Føroya frægu synir og Bagge.

https://www.in.fo/myndasavn/

 

 Føroyar – Ísrael 3 – 1 (0 – 1)

0-1: Tomer Yosefi br 35.

1-1: Mads Mikkelsen 52.

2-1: Stefan Radosavljevic 77.

3-1: Petur Knudsen 83.

Dómari: Helgi Mikael Jónasson úr Íslandi

Føroyar: Rói Mørk Hentze – Ari Olsen, Samuel Johansen Chukwudi, Bjarni Petersen, liðformaður, Hanus Sørensen (Andri Benjaminsen, 68.) – Magnus Holm Jacobsen, Stefan Radosavljevic, Petur Knudsen (Arnbjørn Svensson, 84.) – Pætur J. Petersen, Jonn Johannesen (Stefan Løkin, 67.), Mads Mikkelsen (Lukas Giessing, 58.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Rói Zachariasen, Noah Mneney, Janus Svabo Samuelsen, Ragnar Samuelsen og Hannes Agnarsson

Gult kort: Ari Olsen, Bjarni Petersen, Magnus Holm Jacobsen

Venjari: Sámal Erik Hentze