Tá vit vitjaðu í Suðuroy herfyri, vóru vit sjálvandi inni á gólvinum á bakarínum hjá Hans Olaf á Tvøroyri. Henda morgunin hevði hann staðið síðan tíðiga náttina fyri, og nú stóð hann og gjørdi klárt til næstu nátt og næsta bakstur.
Makkarin hjá honum, sum eisini er bakari, var farin til Danmarkar, og tískil var hann einsamallur á bakarínum. Men, lagið var gott, og Hans Olaf Johannesen var bæði blíður og týður.
"Um tú kemur í bili ella jolle - hjá okkum fæst altíð ein góður bolle..."
Jú, hugflognum bagir einki, tá lýsast skal við góða bakstrinum hjá Hans Olafi Johannesen, sum lærdi til bakara og kondittara í Vági, har hann varð liðugur í 1994.
Eftir at hava arbeitt sum bakari í Danmark í nøkur ár, byrjaði hann fyri seg sjálvan í Porkeri í 1999. Í 2005 keypti hann eisini bakaríið hjá Odduri Dimon á Tvøroyri, og árini 2005 til 2012 hevði hann bakarí bæði í Porkeri og Tvøroyri.
- Í 2012 gjørdi eg av at steingja í Porkeri og byggja uppí á Tvøroyri. Eftirspurningurin eftir bakstri var vorðin so mikið stórur, so eg kundi ikki lata aftur í Porkeri, fyrr enn eg hevði vaksið um kapasitetin á Tvøroyri.
Hans Olaf Johannesen sigur, at tað hevur gingið væl við bakarínum síðan byrjan – undantikið eini tvey ár í fíggjarkreppuni, sum rakti, men tá vóru eisini fýra bakarí í Suðuroynni.
At vera bakari er ikki ein arbeiðsdagur frá klokkan 08 til 16, sum hjá so mongum øðrum, ið arbeiða vanligan dag uppi á landi. - Tá tú rekur bakarí, noyðist tú at arbeiða flestu dagar í árinum.
Bakarin sigur, at tað eru bara einir fimm dagar um árið, har ikki verður bakað. Dagarnir eru langi fríggjadagur, páskadagur, ólavsøkudagur, jóladagur og nýggjársdagur.
- Allar hinar dagarnar í árinum verður bakað, sigur fryntligi bakarin á Tvøroyri, Hans Olaf Johannesen, sum eigur stuttliga lýsingartekstin - og sjálvsagt eisini teir góður bollarnar.
Ein størri samrøða við bakaran kann lesast í Sosialinum, sum varð borin í hvørt hús mikudagin, og í sama blaði eru eisini fleiri greinar um fyritøkur og veitarar í Suðuroy, sum tað eydnaðist at vitja henda dagin.