Tað tók ikki meira enn stívliga eitt ár frá tí, at sáttmáli millum Bakkafrost og J&K Petersen varð undirskrivaður, til byggibúgvið grundstykki varð handað alifyritøkuni á hátíðarløtu í Skálavík.

Bakkafrost fekk fýra tilboð upp á lívfiskastøðina

- Enn er ov tíðliga at siga, hvør ella hvørjir arbeiðstakarar fara at byggja lívfiskastøðina í Skálavík, og eg vænti ikki, at sjálvt byggiarbeiðið kann byrja fyrr enn í fyrsta lagi í summar, sigur Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti.

 

Tað tók ikki meira enn stívliga eitt ár frá tí, at sáttmáli millum Bakkafrost og J&K Petersen varð undirskrivaður, til byggibúgvið grundstykki varð handað alifyritøkuni á hátíðarløtu í Skálavík.

Í endanum av november í fjør varð byggibúgvið grundstykki til lívfiskastøð í Skálavík handað Bakkafrosti. Tað var fyritøkan J&K Petersen, sum gjørdi jørð-og lendisarbeiði, og hetta arbeiðið gekk sambært Bakkafrosti ógvuliga væl.

Tað tók ikki meira enn stívliga eitt ár frá tí, at sáttmáli millum Bakkafrost og J&K Petersen varð undirskrivaður, til byggibúgvið grundstykki varð handað alifyritøkuni á hátíðarløtu í Kelduni í Skálavík.

Arbeiðið at byggja sjálva lívfiskastøðina varð eisini boðið út í fjør heyst, og ætlanin var upprunaliga, at sjálv byggingin av lívfiskastøðini skuldi byrja tíðliga í hesum árinum.

Talan er um eina velduga stóra byggiverkætlan, sum sambært Bakkafrosti ætlandi skal standa liðug tíðliga í 2026. 

Mett hevur verið, at samlaða verkætlanin fer at kosta einar 400 miljónir krónur.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sigur, at fýra tilboð eru komin upp á byggiverkætlanina, sum hevur fýra ymisk byggistig. Tilboðini eru - í tilvildarligari raðfylgju - frá J&K Petersen, Articon, NAC, sum er eitt samtak av fleiri føroyskum feløgum, og síðan hevur eitt norskt felag eisini bjóðað upp á arbeiðið.

- Onkur er lægstur í onkrum parti, og onkur annara í onkrum øðrum parti. Nú verða tilboðini nærlisin saman við okkara ráðgevum, og tá hetta arbeiðið er liðugt, verður farið í samráðingar við feløg, sum hava bjóðað upp á arbeiðstøkuna.

Regin Jacobsen sigur, at enn er ov tíðliga at siga nakað um, hvør ella hvørjir arbeiðstakarar fara at byggja lívfiskastøðina, og hann væntar ikki, at sjálvt byggiarbeiðið í Skálavík kann byrja fyrr enn í fyrsta lagi einaferð í summar.

- Ætlanin hevur verið, at lívfiskastøðin, sum er ein velduga stór verkætlan, skuldi byggjast yvir eini 2-3 ár, men tað er ikki óhugsandi, at talan í staðin kann gerast um eini 4-5 ár, sigur hann. 

Seinastu árini hevur Bakkafrost saman við Fiskaaling arbeitt við at varðveita føroysku laksastammuna, og síðan 2017 hava starvsfólk hjá Bakkafrosti miðvíst arbeitt við at menna og kynbøta stammuna. 

- Arbeiðið hevur gingið væl, og tað hevur eydnast at eyðmerkja íleguhópin av føroysku stammuni.

Regin Jacobsen sigur, at granskararnir hava góðar vónir um, at tað fer at eydnast at fáa ein føroyskan lívfisk, sum er mótstøðuførur móti eitt nú sjúku og lús, og sum samstundis hevur góðar eginleikar til vøkstur og dygd.  

- Málið er, at øll rognaframleiðsla hjá Bakkafrost til alingina í Føroyum skal verða undan føroyskum laksi um nøkur ár, leggur stjórin í Bakkafrosti aftrat.

 

Tað tók ikki meira enn stívliga eitt ár frá tí, at sáttmáli millum Bakkafrost og J&K Petersen varð undirskrivaður, til byggibúgvið grundstykki varð handað alifyritøkuni á hátíðarløtu í Skálavík.