Bakkafrost leggur seg ikki út í linjuføring av Suðuroyartunlinum.
Í sambandi við kjakið um linjuføring og møguligar leiðir í sambandi við ein Suðuroyartunnil, hevur verið nevnt, at Bakkafrost á ein ella annan hátt skuldi hava áhuga í, hvussu ein møgulig tunnilsleið verður løgd.
- Tað er ikki rætt, sigur Regin Jacobsen, stjóri.
Hann vísir á, at Bakkafrost leggur seg als ikki út í, hvussu landið velur at leggja ein møguligan Suðuroyartunnil.
- Talan er um eina almenna verkætlan, sum er landsins ábyrgd, og sum verður umsitin og avgjørd av myndugleikunum.
Stjórin sigur, at sum eitt stórt føroyskt virki hevur Bakkafrost sjálvandi áhuga í, at góð ferðsluviðurskifti eru millum landslutir - eisini til Suðuroyar og Skálavíkar, har fyritøkan byggir eina nýggja smoltstøð.
- Men, Bakkafrost hevur ongantíð hvørki viðmerkt ella umrøtt síni áhugamál við nakran av pørtunum, hvørki so ella so, sigur stjórin, Regin Jacobsen.











