Ein persónur sligin á arbeiðsplássinum

Í gjár varð eitt harðskapsmál meldað á Sandi

Talan var um eitt mál á einum arbeiðsplássi, har ein persónur sló ein annan. Sambært vaktleiðaranum á politistøðini í Havn varð talan um eina ósemju millum tveir persónar á einum arbeiðsplássi, sum arbeiddu hjá hvør sínum arbeiðsgevara.

– Har var okkurt, sum ikki gekk rætt undir arbeiðinum, og hetta verður kannað víðari, sigur vaktleiðarin, sum leggur afturat, at tað ikki var talan um stóran skaða, men meira tað, at tú ikki skalt finna teg í at verða álopin ella sligin í eini slíkari støðu, sigur vaktleiðarin.