Illgruni um ILa. Nú er avgerð tikin umat taka fiskin, sum eftir er á aliøkinum A-73 Hvannasund Norður
Illgruni hevur verið um, at fiskurin á aliøki A-73 Hvannasund Norður er fongdur við sjúkuelvandi ILA virus, og aliøkið er í løtuni undir herdari yvirvøku.
Bakkafrost vísir í kvøld til fráboðanir, sum felagið fyrr hevur sent til viraðisbrævamarknaðin tann 14. juli 2016, 21. juli 2016 og 20. januar 2017, og boðar frá, at nú verður fiskurin tikin.
– Fyri at minka um váðan hevur Bakkafrost avgjørt at taka fiskin, sum eftir er á A-73 Hvannasund Norður. Framskundaða tøkan verður væntandi liðug síðst í apríl 2017. Í løtuni eru umleið 1 millión fiskar við eini miðalvekt á 3,2 kg í livandi vekt í alibrúkinum A-73 Hvannasund Norður.
– Væntaða tøkan í 2017 verður sostatt lækkað við umleið 2.000 tonsum í kruvdari vekt, sigur Bakkafrost í fráboðan.
Illgrunin um ILA er ikki staðfestur, men aliøkið A-73 Hvannasund Norður er framvegis undir herdari yvirvøku.