Bakur misti ikki fiskiloyvi

Síðan Fiskiveiðieftirlitið fyri eini tíð síðan kannaði veiðina hjá tveimum partrolarum í Suðuroy, sum høvdu ov nógvan smáupsa, men sum ikki høvdu hildið fráboðanarskylduna, kannaði eftirlitið nakað seinni eisini veiðina hjá tveimum partrolarum av Skálafjørðinum.

Í miðlunum hevur verið ført fram, at partrolararnir í Suðuroy mistu fiskiloyvi í nakrar dagar - og soleiðis eisini við partrolarunum av Skálafjørðinum.

Tað, sum hendi við partrolarunum av Skálafjørðinum, var, at bert annað skipið av tveimum, nevniliga Stelkur - og ikki Bakur - misti fiskiloyvi í nakrar dagar fyri brot á fráboðanarskylduna um ungfisk.

Meðan Stelkur ikki hevði hildið skylduna, soleiðis sum skipanin er, at boðast skal frá hál fyri hál, um ov nógvur ungfiskur er uppi í veiðini, hevði Bakur hildið sína skyldu.

Bakur misti tískil ikki fiskiloyvi, men bara Stelkur.

Tað er soleiðis í partroli, at skipararnir skiftast um at hava ábyrgdina av hvørjum tógi sær, og tað er skiparin, sum hevur ábyrgdina, ið avger, hvussu - og hvar - fiskað verður. Tí liggur fráboðanarskylda um ungfisk á báðum skiparunum - og ikki bara á øðrum.

Í hesum førinum var tað altso skiparin á Stelki, sum ikki hevði hildið fráboðanarskylduna, meðan skiparin á Baki hevði sítt upp á tað reina, og tískil misti bara Stelkur fiskiloyvi.