Real Madrid hevur nú endaliga váttað, at felagið hevur keypt Gareth Bale frá Tottenham. Bretskir miðlar skriva, at prísurin fyri walisiska vongin er beint undir 750 milliónir krónur, ella 85 milliónir pound. Tað er heimsmet.
Umvegis heimsíðuna hjá Tottenham sigur Gareth Bale, at hann hevur havt seks góð ár í felagnum og takkar fyri stuðulin.
- Eg vil gjarna takka øllum í felagnum. Formanninum, leiðsluni, arbeiðisfólkunum, venjarunum og ikki minst fantastisku áskoðarunum, sum vónandi skilja henda stóra møguleikan í yrkisleiðini hjá mær, sigur Gareth Bale við heimasíðuna hjá Tottenham.
Gareth Bale verður alment vístur fram sum Real Madrid spælari í morgin á middegi.
- Eg veit ikki um tað nakrantíð er eitt rætt tíðspunkt at skifta frá einum felagið, har eg havi havt tað gott og spælt besta fótbóltin í mínum lívi. Eg veit eisini, at nógvir spælarar tosa um at spæla fyri ávís feløg, sum teir hava droymt um síðani teir vóru ungir dreingir, men eg kann við vissu siga, at hetta er ein dreymur, sum gerst veruleiki, sigur Gareth Bale víðari.
Gareth Bale hevur gjørt ein seks ára sáttmála við Real Madrid.
- Tottenham verður altíð í hjartanum og eg eri vísur í, at hetta kappingarárið verður eitt gott kappingarár fyri felagið. Nú síggi eg skal til ett nýtt kapitul í mínum lívi, sum er at spæla fótbólt fyri Real Madrid, sigur Gareth Bale at enda.