Ballack biður um umbering

Týski stórspælarin Michael Ballack fekk í gjár fyrsta beinleiðis reyða kortið í síni fótbóltslívi. Ballack fekk reytt, tá ið hann í illsinni traðkaði niður á lærið á Liverpool-spælaranum Sissoko.
- Hatta var býtt av mær. Eg vildi skaða hann, og eg havi tosað við hann og biðið um umbering, sigur Michael Ballack.Dysturin millum Chelsea og Liverpool endaði við 1-0 sigri til Chelsea, hóast Liverpool hevði fleiri góðar kjansir at gera mál. Málið skoraði Didier Drogba beint fyri hálvleikssteðgin.