Í fyrstu sendingini hjá Rás2 úr Runavíkar kommunu var tosað við borgarstjóran, Magnus Rasmussen. Borgarstjórin tvíheldur, at talan er um eina ógvuliga óhepna avgerð hjá Bank Nordik at steingja kassaavgreiðsluna á staðnum.
Hann metir, at hetta fer at fáa fylgjur fyri Bank Nordik, sum fer at missa nógva undirtøku kring Skálafjørðin.
Við at trýsta á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra samrøðuna við Magnus Rasmussen, har eisini var nomið við onnur mál, sum viðkoma Runavíkar kommunu.