UM hon fær nakran týdning, og hvønn týdning, hon fær, ber enn ikki til at siga. Heldur ikki ber til at siga, um hon fær nakrar avleiðingar.
EITT er tó vist, og tað er, at bankamálið og búskaparskrædlið hava broytt viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. hetta fer allar helst at hava við sær, at Føroyar og Danmark eru noydd at samráðast um eina nýggja avtalu, ein nýggjan sáttmála millum ríkispartarnar. Men initiativið liggur hjá føroyingum, og spurningurin er: ? klára føroyingar at semjast um eitt uppskot at leggja fyri danskar stjórnarmyndugleikar?
SEINASTU vikurnar og dagarnar er nógv sagt sum um at føroyingar fáa viðhald og uppreisn í bankakanningini, men er kanningin ikki almannakunngjørd, og tað hevur helst verið skeivt einans at venda »skjútsið« móti dønum, tí tað kann eins væl verða vend ímóti okkum føroyingum.
Á hesum stað skal ikki nøkur niðurstøða verða gjørd, hóast so mikið nógv er kom-ið fram, at vit seta spurnartekin við trúvirðið hjá donskum stjórnarmyndugleikum, politikarum og embætismonnum.
? VAR samspæl millum stjórnina og Den Danske Bank, og visti forsætismálaráðið um ráðagerðina at fáa føroyingar at gera partabrævaumbýtið, so Den Danske Bank slapp undan sínum skyldum í Føroyum, og føroyingar keyptu ein banka, sum skjótt vísti seg at vera eitt trotabúgv?
? FEKK embætismaðurin í forsætismálaráðnum fíggjareftirlitið at seta »kreppuna« í verk? Fekk Føroya-bólkurin fíggjareftirlitið at steðga við at kanna Føroya Banka á vári 1993?
? VISTI forsætismálaráðharrin meira enn hann hevur sagt? O.s.fr. Hesar spurningar og nógvar aðrar við, fær føroyski almenningurin ikki svaraðar fyrr enn seinnapartin, í kvøld og teir komandi dagarnar.
EITT er gongdin í øllum bankamálinum, og lýsir kanningin hana til fulnar, og hvørjar verða so avleiðingarnar?