Bankamálið ørkymlar dani

Bankamálið ørkymlar danir

Dagny Joensen


FBankamálið ørkymlar danirinum í gjár. Har var málið um at kanningarnevndin hevði útflýggjað Den Danske Bank loynilig skjøl .

Formaðurin í kanningarnevndini hevði latið løgmálaráðharranum eina frágreiðing, sum Frank Jensen kunnaði fólkatingslimirnar um.

Tað kom fram, at als einki hald var í hesum skuldsetingum, og at einki hald var greinini um málið, sum stóð í ?Børsen³ herfyri.

Limir í politisku búskaparnevndini halda, at Den Danske Bank av sínum eintingum hevur ?plantað³ greinina í Børsen, fyri at órógva kanningarnevndina í sínum arbeiði.

Nú verða spurningar av meira tekniskum slag viðgjørdir í politisku búskaparnevndini. Nevndin vil m.a. hava svarað, um grein 6 í serlógini fyri kanningina er sterkari enn grein 50 í banka- og sparikassalógini, og um føroyingar hava fingið somu upplýsingar og atgongd til pappírir, sum Den Danske Bank. Kanningarnevndin sigur, at báðir partar hava fingið somu skjøl til kunningar í samband við spurningarnir sum tey avhoyrdu skuldu svara.

Kanningarnevndin og tey avhoyrdu kunnu fáa øll skjøl frá Fíggjareftirlitinum um Den Danske Bank. Tað krevur hinvegin, at spyrjarin veit, hvørji skjøl eru tøk.

Um Den Danske Bank veit um skjøl í Fíggjareftirlitinum,sum føroyingar ikki vita um, so hava føroyingar ikki møguleika at biða um upplýsingarnar frá Fíggjareftirlitinum.

Tað verður nú alt meira tosað um millum danir, at Den Danske Bank kennir niðurstøðuna hjá Kanningarnevndini, og tí nú roynir mótparturin at grugga málið.

- Um so er, at den Danske Bank veit hvat er satt í hesum máli, so veit bankin eisini, hvør niðurstøðan hjá Kanningarnevdini verður, sigur eitt umboð í politiksu búskaparnevndini við Sosialin