Bankar hart raktir

Himmalhøgi oljuprísurin og framhaldandi órógv á fíggjarmarknaðunum er ginrug løgur fyri partabrævamarknaðin, sum í morgun fór undir seinna hálvár við javnt fallandi kursum

Indeksstøði á týska indeksinum fall 1,1%, meðan bretska og franska indeksið fall ávikavist 1,3% og 1,4%.

Sveisiski stórbankin, UBS, fall 4,5%, og metingarfyritøkan Merrill Lynch hevur tikið bankan av sínum »Europe 1«-lista. Samstundis er bankin, sambært Die Welt, tilreiðar at bróta kenda og eisini illa kenda bankaloynidómar, og lata upplýsningar um loyniligar bankakonti hjá amerikanskum statsborgarum.

Hetta hendir eftir áheitan frá amerikonsku rættarskipanini, sum er í holt við at útgreina skattaundandrátt. Eisini hevur USB kalla inn til eykaaðalfund í oktober fyri at skifta fýra limir í nevndini út.

Bankaverðin er rakt av áhaldandi søgum um niðurjusteringar, og Deutsche Bank fellur næstan líka nógv sum USB við 3,5%, sigur partabrævahandlari í Jyske Bank, Michael Lyngsø.

Í USA fall indeksið hjá S&P 500 við meiri enn tveimum prosentum til tað lægsta í fimm ár, eftir stór fall í Lehman Brothers og obligatiónstryggingarfelagnum MGIC. Lehman fall 11% til tað lægsta í átta ár, tá marknaðurin sambært Bloomberg News varð undirdýktur av søgum um, at heiðurskrýndi íløgubankin kann verða á veg til at blíva yvirtikin til ein prís undir marknaðarvirðið.

Millum tey feløg, ið eru tengd at olju, fall Ryanair 3%. Oljuprísurin náddi í gjár sítt hægsta higartil við 143,67 dollarum fyri tunnuna.

Eisini bilaframleiðarar falla í kursi. BMW fellur 3,2%, Volkswagen 1,4% og Renault 2,9%, skrivar danska blaðið Børsen.