Bankar vinna milliardir av rentuhækkan

Størstu bankarnir hava eftir bara hálvum ári vunnið hálvaaðru millliard av rentuhækkan

Donsku bankarnir skúma róman við støðugt at skrúva rentuna upp og revsa heilt vanligar kundar, sum rinda síni avdrøg og rentur til tíðina.
Tað skriva donsk bløð í dag.
Gjøgnum seinastu árini hava danskir bankar ferð eftir ferð hækkað rentuna og harvið kravt fleiri pengar frá kundunum, alt meðan bankarnir sjálvir kunnu lána til eina væl lægri rentu.
Við at gjøgnumganga hálvárs roknskapirnar hjá 15 teimum størstu bankunum sæst, at teir samlað hava forvunnið meira enn hálvaaðru milliard seks teir fyrstu mánaðirnar í ár sammett við í fjør. Tað eru serliga Danske Bank, Jyske Bank og Spar Nord, ið hava gjørt sær dælt av rentuhækkingunum.
Tað ber stutt sagt ikki til, at bankarnir hækka rentuna, hvørja ferð Tjóðbenkin lækkar hana. Tað er okkurt heilt galið við rentupolitikkinum hjá bankunum, sigur Mette Reissmann frá Sosialdemokratunum, sum millum annað er kend frá sjónvarpsrøðini »Luksusfælden«.
Samlað sæð viðføra nógvu rentuhækkingarnar, at bankarnir hava fingið seks prosent fleiri rentukrónur í kassan eftir hálvum ári við at hækka rentuna, hóast útlánini í sama tíðarskeiði eru lækkað trý prosent.
Tað merkir, at bankarnir forvinna fleiri milliardir eyka hóast teir lána færri pengar út til kundar sínar.
Hesar eyka inntøkurnar fáa fleiri fólk at rysta við høvdinum.
- Tað er eingin ivi um, at bankarnir skora upp á fíggjarkreppuna. Teir kunnu lána pening bíliga, samstundis sum teir hækka rentuna hjá vanligum kundum, sigur Morten Bruun Pedersen, búskaparfrøðingur í Brúkararáðnum.
Niels Storm Stenbæk, leiðandi búskaparfrøðingur í Fíggjarráðnum, sum umboðar allar danskar bankar, verjir talríki rentuhækkingarnar.
- Ein partur av avlopinum fæst við rentumarginalinum. Men tað skal so síggjast í ljósinum av, at bankarnir samstundis uppliva lægri útlán og niðurskrivingar, sum toga mótsattan veg.Bankasektorurin má polstra seg fyri at liva upp til herdu kvødini frá myndugleikunum. Tey koma frá EU, og tað mugu vit rætta okkum eftir, sigur hann.