? Javnaðarflokkurin hevur sum so ikki broytt støðu til privatiseringar, men vit kunnu bara staðfesta, at stórur meiriluti er á tingi fyri, at almennar ognir skulu privatiserast. Hetta er eisini staðfest í samgonguskjalinum. Vit kundu saktans livað við, at bæði Føroya Banki og Fiskavirking framvegis vóru almenn ogn.
Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, sum undir viðgerðini av løgmansrøðuni mánadagin vegna Javnaðarflokkin skjeyt upp at geva øllum føroyingum lut í privatiseringini av Føroya Banka.
? Vit kundu sjálvandi framhaldandi sitið og sagt nei og stríðst til síðsta mann ímóti privatiseringini. Men vit vilja heldur vera konstruktiv og gera okkara ávirkan galdandi.
5.000 krónur til hvønn føroying
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum snýr seg um, at allir føroyingar skulu fáa hvør sítt partabræv upp á 1.000 krónur sum gávu um árið ? fimm ferðir.
? Tað fall okkum fyri bróstið, at politikarar vildu selja bankan, sum landskassin ? ella rættari sagt ? sum fólkið bjargaði við 2,7 milliardum krónum. Vit halda so avgjørt, at fólkið eigur at fáa hetta endurgoldið á onkran hátt, og skjóta vit tí upp, at hetta verður gjørt við at lata hvørjum einasta føroyingi 5.000 krónur í partapeningi, sigur Jóannes Eidesgaard.
Formaður Javnaðarfloksins vísir eisini á, at hetta í veruleikanum er at formalisera eigaraviðurskiftini hjá bankanum, áðrenn hann verður privatiseraður.
So er spurningurin, um allir føroyingar gera eitt kvetti við hesum partapeningi.
? Tað gera teir, um bankin framhaldandi verður eins væl rikin, sum higartil, og hava vit eina møguliga oljuvinnu í huga, so er tað nógv sum bendir á tað, sigur Jóannes Eidesgaard.
Skattalættin bliknar
Síðani tekur hann dømið um eina familju við trimum børnum. Tey fáa tilsamans 25.000 krónur í partapeningi. Verður kursurin 400, sum hann var fyri nøkrum árum síðani, so kunnu hesi partabrøv seljast fyri 100.000 krónur.
? Tað er í øllum førum eitt sosialpolitiskt tiltak, sum vil nakað ? tá blikna allir skattalættar, sigur Jóannes Eidesgaard.
Spurdur, um hetta ikki kann føra til økta nýtslu, so sum Jørn Astrup Hansen, bankastjóri, og Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, hava ført fram í útvarpinum fyrr í vikuni, sigur Jóannes Eidesgaard, at tað heldur hann ikki.
? Tú kanst ikki fara inn í ein radiohandil og keypa fyri eitt partabræv. Tað má fyrst umsetast til pengar. Eisini forðar skattalógin fyri hesum, tí sambært henni, so verður vinningur av partabrøvum, sum verða seld innan trý ár, skattaður, sigur hann.
Hann leggur eisini dent á, at tað ikki er so umráðandi fyri Javnaðarflokkin, at partapeningurin verður tillutaður eftir fimm árum. Skapar hetta ov stórar búskaparligar trupulleikar, so kann hetta gerast yvir eitt longri tíðarskeið ? enn er hetta bara eitt uppskot, leggur Jóannes Eidesgaard dent á.
Javnaðarflokkurin hugsar sær, at 25% av partapeninginum í Føroya Banka verður latin føroyingum. Landskassin skal eiga 30%, og hini 45% kunnu so seljast á virðisbrævamarknaðinum.
? Á henda hátt forða vit fyri, at t. d. allur partapeningurin fer av landinum, tí tá verða bara 45% seld á marknaðinum í fyrsta umfari, sigur Jóannes Eidesgaard.
Javnaðarflokkurin skjýtur eisini upp, at eingin annar partaeigari, enn landið, kann eiga meira enn 5% av partapeninginum.
Fólkslig bond
Jóannes Eidesgaard vísir á, at Jørn Astrup Hansen so ofta hevur víst á týdningin, tað hevur, at bankin hevur eitt tilknýti til fólkið ? eina »fólksliga forankring«, sum hann plagar at siga. Hann heldur, at við hesum tilknýti kanst tú rættuliga gera Føroya Banka til fólksins banka.
? Men kann hetta ikki skaða virksemið hjá sparikassunum, at tit so leiðis skapa Føroya Banka eitt breiðari grundarlag við tað, at allir føroyingar skulu eiga bankan?
? Eg skilji væl, um onkur vil siga hatta. Men eg hugsi ikki, at kundarnir hjá Sparikassunum fara at rýma yvir til Føroya Banka, fyri tað, um teir fáa partabrøv í bankanum.
Spurdur um Javnaðarflokkurin eisini fer at skjóta upp, at allir føroyingar fáa partabrøv í eitt nú Fiskavirking, sigur Jóannes Eidesgaard, at tað als ikki er hugsandi:
? Fólkið hevur bjargað bankanum, og fólkið eigur endurgjald fyri tað. Hetta skal vera sum ein tøkk fyri bankabjargingina og alt tað svára stríðið, sum allir føroyingar máttu ígjøgnum í kreppuárunum, har nógv vóru rikin frá húsi og heimi, frá arbeiði, og har fleiri máttu rýma av landinum.
Góða undirtøku á tingi
Uppskotið hjá Javnaðarflokkinum fekk góða móttøku í løgtinginum undir viðgerðini av løgmansrøðuni. Hetta fegnast Jóannes Eidesgaard sum vera man um.
? Fólkaflokkurin var sera positivur. Teir eru óivað glaðir fyri, at Javnaðarflokkurin gloppar dyrnar fyri privatiseringum, tí eyðsæð er, at tað hevur týdning, at ein breiður politiskur meiriluti stendur aftan fyri ta avgerð, sum verður tikin um framtíðina hjá Føroya Banka, heldur Jóannes Eidesgaard.
Hann helt eisini móttøkuna frá Sambandsflokkinum bera tann positiva vegin.
? Men Sambandsflokkurin hevur eitt annað fyrivarni, tí flokkurin hevur fyrr havt uppskot frammi á tingi um, at fyrilit verður tikið fyri gomlu partaeigarunum, tá bankin verður privatiseraður, sigur Jóannes Eidesgaard.
Men hann undraðist eitt sindur á tað, sum Tjóðveldisflokkurin førdi fram, at hetta var ein forering.
? Tað er tað ikki, hetta er sum sagt ein formalisering av eigaraviðurskiftunum, áðrenn bankin verður privatiseraður, sigur Jóannes Eidesgaard.