BankNordik 31 milliónir í avlopi

Ársúrslitið hjá BankNordik í 2011 var 31 mió. kr. áðrenn skatt. Roknskapurin er merktur av munandi eingangspostum á samanlagt 103 mió. kr., serstakliga í sambandi við keypið og samansjóðingina av Amagerbankanum.

BankNordik er í morgun komin við hesari fráboðan um sín ársroknskap fyri 2011:

“Fyri BankNordik var árið 2011 í stóran mun merkt av keypinum av sunnu pørtunum av Amagerbankanum miðskeiðis í árinum. Bankin fekk við hesum 82.000 nýggjar privatkundar, 10.000 vinnukundar, 200 dugnalig starvsfólk afturat, 12 deildir í vakstrarøkjum, eitt munandi innlánsyvirskot umframt størri spjaðing av virksemi bæði landafrøðisliga og býtt á vinnugreinar.

Ársúrslitið var 31 mió. kr. áðrenn skatt. Roknskapurin er merktur av munandi eingangspostum á samanlagt 103 mió. kr., serstakliga í sambandi við keypið og samansjóðingina av Amagerbankanum.

Rakstrarinntøkurnar (netto) hækkaðu úr 666 mió. kr. til 754 mió. kr., harav afturatkeypið ikki varð partur av inntøkunum fyrr enn frá 1. juli 2011. Ógvusliga ódnarveðrið í november og desember hevði við sær, at samtakið ikki fekk væntaða inntøkuvøksturin frá tryggingarvirksemi samtaksins.

Rakstrarúrslitið varð næstan tvífaldað til 134 mió. kr. í 2011 í mun til 73 mió. kr. árið fyri (javnað fyri eingangsútreiðslur). Niðurskrivingarnar á útlánum vóru í 2011 munandi lægri enn í 2010, 101 mió. kr. mótvegis 200 mió. kr, og hevur hetta avgerandi týdning fyri úrslitið.

”BankNordik hevur seinastu tvey árini víðkað óvanliga nógv um virksemið. Fyrst keyptu vit týðandi partar frá Sparbank í 2010 og síðan eisini sunnu partarnar av Amagerbankanum í 2011. Virksemið er meira enn tvífaldað hesi bæði árini, mátað eftir innlánum, og virka vit nú á fýra ymsum marknaðum – í Grønlandi, Íslandi, Føroyum og í Danmark,” sigur Janus Petersen, forstjóri.

Innanhýsis er KT-skipanin í keyptu pørtunum í Danmark løgd um til SDC í februar 2012, eftir gjølliga ráðlegging mánaðirnar frammanundan. Fyrireikingarnar og umleggingin ávirkaðu fyritøkuna, men umleggingin hevði strategiskan týdning bæði fyri framhaldandi menningina í kundatænastuni og fyri at økja virkisførið. Bæði eru týdningarmikil mál hjá BankNordik.

”Hetta hevur verið ein krevjandi tilgongd, og vit hava gjørt nógv fyri, at kundarnir skuldu merkja minst møguligt til umleggingarnar. Um vit hyggja frameftir, hava stóru og týdningarmiklu stigini latið upp fyri betri kundatænastu og fyri at halda fram við góðu menning bankans. Ein menning, sum byggir á okkara strategi um nærleika við kundan, neyva risikostýring og lønsemi í øllum virksemi,” sigur Janus Petersen.

Rakstrarútreiðslurnar í keyptu pørtunum eru hægri enn støðið í samtakinum higartil og eisini hægri enn málið um eitt útreiðsluprosent á í mesta lagi 60. Tískil eru tiltøk sett í verk fyri at lækka útreiðslurnar og hervið betra lønsemið.

Við eini eginogn á 2 mia. kr. og ábyrgdarkapitali á 0,8 mia. kr. hevði BankNordik ein solvens á 15,6 % við ársenda 2011. Yvirav hesum stóð ein individuellur tørvur á solvensi á 9,5 %. Politikkurin hjá bankanum er at varðveita ein høgan solvens, munandi hægri enn kravda støðið. Tað sama ger seg galdandi við gjaldførinum, sum við ársenda var meira enn tvífalt so høgt sum kravið.

Nevndin leggur fyri aðalfundin 30. mars 2011, at vinningsbýti ikki verður útgoldið fyri 2011, soleiðis at alt ársúrslitið verður flutt til komandi ár.

Fyri 2012 væntar BankNordik framhaldandi framgongd í rakstrarinntøkunum upp í 880-930 mió. kr. (2011: 754 mió. kr.) og eitt rakstrarúrslit á 150-200 mió. kr. (134 mió. kr.), javnað fyri eingangsútreiðslur.

”Størsta uppgávan í 2012 verður at einsrætta alt virksemið, so virkisførið gerst betri. Samstundis skulu vit varðveita tætta sambandið við kundarnar, sum vit eru kend fyri, og at menna virksemið á nýggja breiða grundarlagnum,” sigur Janus Petersen. “