BankNordik 92.000 nýggjar kundar

Við keypinum av pørtum av Amagerbanken økist virksemið hjá BankNordik munandi, og innlánini fara úr 8,9 upp í 14,2 milliardir, meðan útlán og trygdir vaksa úr 8,4 upp í 12,9 milliardir við teimum 92.000 nýggju kundunum, bankin fær.

BankNordik vann kappingina um sunna partin av Amagerbanken.
Janus Petersen var í gjár í Danmark og samráddist um seinastu smálutirnar við Finansiel Stabilitet, og BankNordik endaði við at fáa sunna partin av Amagerbanken fyri 350 milliónir krónur í goodwill, sum tað eitur.
- Keypið ger strategisku ætlanina um at vaksa á danska marknaðinum til veruleika. Vit hava hildið eitt vakið eyga við møguleikanum fyri at yvirtaka áhugavert virksemi, sum hóskar til tann háttin, vit ynskja at reka banka. Eins og Amagerbanken leggja vit dent á tætt samskifti við kundarnar og tøtt sambond við lokala marknaðin. Í bankanum leggja vit harumframt dent á sterka kredittstýring, tí eru vit nøgd við, at meginparturin av kundunum er privatkundar og minni fyritøkur. Keypið styrkir sostatt frammanundan sterka váðaprofilin hjá bankanum, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Í fráboðan sigur BankNordik, at við keypinum yvirtekur bankin 82.000 privatkundar og 10.000 vinnukundar, innlán fyri DKK 5,3 mia., útlán og ábyrgdir fyri DKK 4,9 mia. umframt goymsluvirði hjá kundum fyri DKK 10 mia. kr. Umleið 160 starvsfólk úr nøkrum av deildunum í høvuðstaðarøkinum umframt deildunum í Odense og Århus fara at taka sær av yvirtikna virkseminum. Partarnir eru samdir um, at tíðin fram til yvirtøkudagin skal nýtast til at taka avgerð um, hvørjar deildir og hvørji starvsfólk skulu reka virksemið framyvir.

Íleggjarar fíggja
Keypið av nýggja virkseminum verður fíggjað lutvíst við egnum midlum og lutvíst við at styrkja bankans frammanundan sterka kapitalgrundarlag. Bankin hevur longu havt jaligt samskifti við útvaldar stovnsligar íleggjarar um íløguna. BankNordik hevur givið Nykredit heimild til at gjøgnumføra eitt útboð av kapitalprógvum sum hybridur kjarnukapitalur og/ella ábyrgdarlán til stovnsligar íleggjarar. Harumframt hevur Fíggjarligt Støðufesti givið bindandi tilsøgn um at læna BankNordik DKK 300 mió í ábyrgdarkapitali, treytað av, at bankin ikki rindar vinningsbýti í eitt tíðarskeið.
- Vit halda fram við leistinum at vera ein lokalur banki við tøttum sambandi við kundarnar. Samstundis hava vit kapitalstyrkina til at gera ein mun. Vit vilja fegin menna langtíðarsambond og sterk samstørv og taka atlit til tørvin hjá kundum okkara, bæði í góðum og ringum tíðum. Hesin leisturin hevur givið BankNordik góð úrslit, eisini undir búskaparkreppuni, og hevur samstundis tryggjað bankanum gott lønsemi, høgt kundanøgdsemi og ein rættiliga høgan solvens, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.