BankNordik á Oknarvegi

Vegurin til høvuðssæti hjá BankNordik hevur fingið navn

Í samband við at BankNordik byggir nýtt høvuðssæti, er vegur gjørdur av Tjaldursvegi og yvir til høvuðssæti, og hesin vegurin skal hava navn.

 

Tvey nøvn vóru í uppskoti, Oknarvegur og Húsagarður. Gøtunavnanevndin mælti til, at vegurin fekk navnið Oknarvegur. Hinir vegirnir í økinum hava allir navn eftir fuglum, og tí var hetta mett sum eitt hóskandi navn. Húsagarður er eitt staðarnavn í gomlu Havnini, og tí varð tað ikki mett egnað.

 

Trivnaðarstjórin, mentamálaleiðarin og mentamálanevndin tóku undir vil tilmælinum frá gøtunavnanevndini og eitt einmælt býrað samtykti tí, at nýggja navnið skal vera Oknarvegur.