Rakstrarúrslitið gjørdist 131 mió. kr. áðrenn niðurskrivingar samanborið við 120 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør. Bankin heldur fast um væntanirnar um 150-200 mió. kr. í rakstrarúrsliti fyri 2012 aftaná niðurskrivingar og áðrenn ikki afturvendandi útreiðslur.
Gongdin í inntøkum bankans samsvarar við tað, ið bankin væntaði við ársbyjan. Hóast ógvisligu rentulækkingina gjørdust rakstrarinntøkurnar í øðrum ársfjórðingi sostatt 221 mió. kr., sum er á sama stigi sum undanfarna ársfjórðing (219 mió. kr).
Rentulækkingin hevur havt við sær lægri rentuinntøkur frá útlánum, hvørs renta er knýtt at pengamarknaðinum. Harumframt hevur rentingin av gjaldføri bankans eisini verið lægri orsakað av lága rentustøðinum. Samlaðu rakstrarinntøkurnar fyri fyrra hálvár vóru 439 mió. kr.
Rakstrarútreiðslurnar vóru 155 mió. kr. í øðrum ársfjórðingi og sostatt ájavnt við teir tríggjar undanfarnu ársfjórðingarnar, tvs. tíðarskeiðið síðani yvirtøkuna av sunnu pørtunum av Amagerbanken 1. juli 2011. Útreiðslurnar fyri hálvárið vóru samanlagt 308 mió. kr.
Harvið gjørdist rakstrarúrslitið fyri hálvárið (áðrenn niðurskrivingar og ikki afturvendandi útreiðslur) 131 mió. kr. samanborið við 120 mió. kr. sama tíðarskeið í fjør.
Vit eru fegin um framgongd í grundleggjandi virksemi okkara, serliga við truplu marknaðartreytunum við metlága rentustøðinum. sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Niðurskrivingar á útlánum vóru í øðrum ársfjórðingi 29 mió. kr. eftir higartil galdandi reglunum samanborið við 19 mió. kr. í fyrra ársfjórðingi. Fíggjareftirlitið hevur ásett nýggjar reglur, sum hava við sær, at fastogn skal virðismetast til tað virði, ið tær høvdu havt í eini sølu innan 6 mánaðir eftir hálvárslok. BankNordik fíggjar bert í avmarkaðan mun størri fastognir, men bankin hevur lagað virðismetingina av tveimum fastognum eftir nýggju reglunum. Hetta hevur havt eyka niðurskrivingar fyri 25 mió. kr. við sær, harav eru 8 mió. kr. knýttar at bankans egnu fastognaríløgum og verða bókaðar sum tap undir virðisjavna. Samlaðu niðurskrivingarnar í fyrra hálvári taldu sostatt 65 mió. kr. .
Eftir hetta var rakstrarúrslitið fyri hálvárið 66 mió. kr. áðrenn ikki afturvendandi útreiðslur, sum vóru knýttar at samansjóðingini av virkseminum frá Amagerbanken, virðisjavna og sektorútreiðslum. Úrslitið fyri hálvárið áðrenn skatt var 12 milliónir krónur.