BankNordik eitt lítið avlop

Lítil lánihugur og størri afturgjaldsvilji merkja, at útlánini í BankNordik minkaðu úr 8,7 niður í 8,4 milliardir fyrsta ársfjórðing í ár. Millum annað hetta merkir, at bankin hevur eitt avmarkað avlop á sjey milliónir krónur at vísa á fyrsta ársfjóring.

Í sambandi við at BankNordik kunngerð roknskapin fyri fyrsta ársfjórðing í ár siga teir eisini, at teir tillaga deildarnetið hjá bankanum. Men fleiri orsøkir verða nevdar til avmarkaða avlopið.
Varsemið í eftirspurninginum eftir kreditti kom óvart á okkum. Samstundis høvdu vit framvegis ov nógv avlopsgjaldføri og tilhoyrandi rentuútreiðslur í fyrsta ársfjórðingi. Á báðum økjum nærkast vit tó við stórum fetum eini betri støðu. Í fyrsta ársfjórðingi afturrindaði bankin 1,5 milliardir krónur í bankalánum. Vit merkja ein vaksandi áhuga frá kundunum at læna, tí rokna vit við útlánsvøkstri tað, sum eftir er av árinum, sigur Janus Petersen, forstjóri í BankNordik.
Bankin hevði eitt avlop fyrsta ársfjórðing í fjør á heilar 411 milliónir krónur, men 380 at milliónunum stavaðu frá søluni av Bakkafrost.
BankNordik hevði eisini eitt kurstap á 17 milliónir krónur í sambandi við gjaldføringsplaseringina. Hinvegin er gjaldførið gott og solvensuin høgur.

Tillaga deildarnetið
Men bankin boðar eisini frá niðurskurði og uppsagnum. Í Føroyum verður virksemið hjá BankNordik framyvir miðsavnað í fimm deildir. Virksemið í Eysturoynni verður miðsavnað í Saltangará. Hetta inniber at alt virksemið í deild bankans í Fuglafirði verður flutt til Saltangará. Virksemið í Streymoynni og á Sandi verður miðsavnað í Havn. Hetta inniber at alt virksemið í deildunum í Kollafirði, Vestmanna og Sandi verður flutt til Havnar.
- Okkara kundar eftirspyrja í alsamt størri mun haldgóða ráðgeving um lán, íløgur, eftirløn og tryggingar. Fyri at styrkja hesa ráðgeving er neyðugt við størri deildum, sum kunnu bjóða eitt spennandi fakligt umhvørvi við nógvum avbjóðingum fyri einstaka starvsfólkið. Vit harmast um, at umskipanin av deildarnetinum hevur við sær, at fólk mugu úr starvi, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.
Eftir umskipanina fer BankNordik at hava fimm deildir kring landið. Tær verða í Havn, Klaksvík, á Tvøroyri, í Saltangará og Miðvági. Á hesum deildum verða kundarøktin og kundaráðgevingin styrktar við umskipanini.