BankNordik stovnar lívstryggingarfelag

BankNordik fer nú at kappast á lívstryggingarmarknaðinum.

BankNordik-samtakið stovnar nú eitt nýtt føroyskt lívstryggingarfelag, sum skal veita føroyingum lívstryggingar fyri kappingarførar prísir.

 

BankNordik boðar frá, at við nýggja lívstryggingarfelagnum fer BankNordik-samtakið í framtíðini at kunna bjóða viðskiftafólkum sínum lívstryggingar við uppaftur betri treytum.

 – Fyri okkum er tað av stórum týdningi, at vit kunnu bjóða viðskiftafólkum okkara lívstryggingar, sum eru lagaðar til føroysk nútíðarviðurskifti og tørvin hjá viðskiftafólkum okkara fyri ein kappingarføran prís. Tí hava vit nú stovnað egið felag, sum skal stuðla hesari ætlan, sigur John Rajani, stjóri í BankNordik.

 

Nýstovnaða felagið er enn ikki endaliga skipað, og tískil er enn ikki greitt, júst hvussu dagliga virksemið í felagnum verður skipað. BankNordik er farin undir fyrireikandi arbeiðið í hesum sambandi, og væntandi verður felagið endaliga skipað í desember, boðar bankin frá.