Bannað at fiska á firðum og sundum

Verður tilmælið hjá Fiskidaganevndini sett í gildi, sleppa føroyingar ikki á fjørðin ella víkina at fáa sær eitt kók. Fiskidaganevndin er nú liðug við tilmælið, sum hon sambært lógini skal lata landsstýrismanninum í fiskivinnumálum á hvørjum ári, tá reglurnar fyri næsta fiskiár skulu setast.

Tilmælið hjá Fiskidaganevndini er í stuttum:

Øll veiða á innaru fiskidagsleiðunum verður bannað frá 20. apríl og tríggjar vikur fram,

øll veiða á firðum og sundum, eisini sokallaður frítíðarfiskiskapur, verður steðgað í tvey ár,

betri eftirlit við hjáveiðuni hjá svartkjaftatrolarunum,

Føroya Banki skal steingjast fyri allari veiðu í tvey ár við undantaki av landssynningskantinum,

Meirilutin í nevndini, vinnuumboðini, mæla til óbroytt fiskidagatal næsta ár. Formaðurin, Óli Samró, mælir til at skarva 20 prosent av dagatalinum hjá bólkunum 3 og 5.

Umframt Óla Samró eru Dánjal Jacobsen, Dánjal Jákup Vilhelm, Jens Jacob Olsen, Auðunn Konráðsson og Eyðun Johannesen í Fiskidaganevndini.