Banna bensin- og dieselbilum í 2025

Løgtingskvinna heldur, at nøkur átøk í veðurlagspolitikkinum kundi verðið framskundað

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at nøkur tiltøk í veðurlagspolitikkinum hjá samgonguni eiga at verða framskundað

 

 

Onkur av átøkunum í veðurlagspolitikkinum kunnu gott framskundast. Tað heldur Hervør Pálsdóttir, tingkvina fyri Tjóðveldi í samgongu.

 

Hendan dagin skifti Løgtingið orð um at halda fram at geva elbilum avsláttur og tá umrøddi Hervør Pálsdóttir eisini veðurlagspolitikkin, sum Løgtingið hevur samtykt, og álitið, sum Landsstýrið gjørdi í 2019.

 

Har eru fleiri tilmæli um, hvat vit eiga at seta í verk fyri at minka um útlátið. Eitt av tilmælunum er, at forboð skal verða sett fyri at selja nýggjar bensin-, diesel- og hybridbilar í 2030.

 

Hervør Pálsdóttir heldur, at samgongan eigur at endurskoða hesi tilmælini, tí hon heldur, at summi av teimum kunnu gott framskundast. Og bann fyri at selja bensinbilar, dielsenbilar og hybridbilar, er eitt av teimum.

 

Hon heldur, at hetta bannið kundi gott komið í gildi longu um tvey ár, ella í 2025.

 

Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, heldur, at nøkur tiltøk í veðurlagspolitikkinum hjá samgonguni eiga at verða framskundað