Banna matsminku

Minsta kravið er, at brúkararnir vita, at evnið E161g er brúkt í mati, sigur Jørn Jespersen

Hóast danska Plantustýrið vísir aftur, at nakar vandi er á ferð við evninum E161g í eggum og øðrum, vil Jørn Jespersen, formaður í Fólkatingsins matvørunevnd og limur í SF, seta forboð ímóti nýtslu av evninum. Hann sigur, at tað er vamlisligt, at litevnið verður tilsett í høsnafóðri og at minsta kravið tí er, at brúkararnir síggja, at evnið er brúkt.

? Litevnið stendur ikki á vørulýsingini og tí hava brúkararnir ongan møguleika at síggja, at maturin er sminkaður, segði Jørn Jespersen við danska blaðið Aktuel seinasta týsdag.

Jørn Jespersen arbeiðir nú fram ímóti, at bann verður sett móti liting av eggum. Hann trýr ikki tí, ið matvøruídnaðurin førir fram, at brúkararnir heldur vilja hava litað egg ella litaðan laks. Hann mælir tí Henrik Dam Kristensen, matvørumálaráðharra, til at gera ein lista yvir evni, ið verða tilsett í fóðri, sum kunnu broyta útsjóndina.

? Síðani vil eg skjóta upp, at øll matsminka verður bannað, sigur Jørn Jespersen við Aktuelt.