Eingir British American Racing Honda vóru við í koyringini í Barselona. Liðið varð seinasta mikudag dømt fyri at nýta ivasamar arbeiðsháttir. Umframt, at liðið misti tey 10 stigini tey fingu á Immola, sleppa tey ikki at luttaka í tveimum koyringum.
Tá koyringarleiðslan á Immola breytini kannaði BAR-Honda bilin hjá Jenson Button aftan á koyringina á Immola, funnu teir ein goymdan bensintanga, tá hesin var tømdur, varð bilurin ov lættur. Tað er ikki loyvt at brúka bensin, sum barlast umborð á einum formel 1 bili.
Liðið fekk tó sannført koyringarleiðsluna um, at bilurin ongantíð hevði verið ov lættur undir koyringini. Tí tangin bert hevði tað minstu nøgdina, sum kravdist fyri at bilurin kundi koyra, so um tangin ikki var fullur, so koyrdi bilurin ikki. Hetta góðtók koyringarleiðaslan og Bar-Honda slapp við eini átalu.
Motorkappingarfelagið FIA góðtók tó ikki frágreiðingina, og avgjørdi at skjóta málið inn fyri kærurættin. Og mikudagin avgjørdi kærurætturin, at liðið ikki tilvitað hevði snýtt. Men, at reglurnar vóru boygdar so illa, at liðið átti at hava kannað um hetta var lógligt.
Ein vónbrotin Jenson Button greiddi fríggjadag fjølmiðlunum frá, at hansara vónir um at gerast heimsmeistari í ár, eru burtur..
Ársbyrjanin hjá Button hevur verið, stutt sagt, óheppin. Við nógvum tøkniligum trupulleikum, og sera ivasomum taktikki, kom Button ikki á mál í teimum trimum fyrstu koyringunum. Fjóra koyringin var á Immola, og tey stigini eru nú eisini burtur. Hetta vikuskifti í Barselona, var Button áskoðari, tað verður hann aftur í Monako um tvær vikur. Tí fer hann eftir seks koyringar, ikki at hava eitt einasta stig.
Hann sigur seg vera sera vónbrotnan. Havast skal í huga, at Button ikki er á BAR-Honda liðnum av góðum vilja. Hann royndi at skifta til BMW-Williams í ár. Men eftir eina rættsak, varð hann noyddur at halda fram hjá BAR-Honda.
Heimsmeistarin Michael Schumacher harmaðist fríggjadagin um, at BAR-Honda ikki fór at verða við í tvær koyringar, tí avbjóðingin verður ikki tann sama uttan Button, og avbjóðingar eru altíð stuttligar, sambært týskaranum.
-NuD