Danska tangaskipið Amalie Therese bar við botn, tá tað skuldi leggja at á Sundi fyrrapartin Amalie Therese kom við tungolju til SEV, men tá skipið skuldi leggja at, tók tað botn.
Kavarar fóru niður at kanna skaðan, og tað er ógreitt, um hol er komið á ein saltvatnstanga har frammi, skrivar Dimmalætting.
Hinvegin er eingin vandi fyri oljudálking, tí tað var forskipið, sum tók, og har eru eingir oljutangar.