Bara B68 fekk fult

1 deild menn: Súni Olsen og B68 fingu í dag bestu byrjanina av feløgum sum kunnu flyta upp í bestu deildina komandi ár

Fyrsta umfar í næstbestu deildini hjá monnum hevur í dag verið leikt.

 

Sum støðan er í næstbestu deildini, eru tað bert trý feløg, ið kunnu vinna sær uppflyting í bestu deildina komandi kappingarár. Tey trý eru AB, B68 og Giza Hoyvík.

 

Av teimum trimum var tað bert B68, ið vann sær fulla úrtøku í fyrsta umfarinum. Toftamenn vunnu ein tepran 1-0 sigur móti teimum næstbestu hjá HB við máli frá innskifta Martin Olsen, sum kom á leið 20 minuttir fyri leiklok. Í yvirtíðini var tó um reppið at HB stjól tað eina stigið á Toftum, tí tá fekk HB brotsspark, eftir at Heri Hjalt Mohr varð feldur. Daniel Johansen skeyt brotssparkið, sum B68 málverjin, Ragnar Lindholm, tó hevði lisið av, og sostatt gjørdist málverjin dagsins hetja á Toftum í dag.

 

Á niðara vølli í Gundadali tók Giza Hoyvík ímóti teimum næstbestu hjá NSÍ. Í tí dystinum vunnu runavíkingar sannførandi 3-0. Stóra hetjan á liðnum hjá NSÍ var miðvallarin, Jann Benjaminsen, sum skeyt øll trý málini og sostatt reint hattrick fyri NSÍ.

 

Á Argjum tók besta liðið hjá AB ímóti teimum næstbestu hjá B36. Tann dysturin endaði við 1-1 javnleiki.

 

Í hinum báðum dystunum var talan um uppgerðir hjá liðum, sum frammanundan hava lið í bestu deildini. Í Klaksvík vann KÍ 4-2 sigur á teimum næstbestu hjá Víkingi, meðan nýggja liðið hjá suðuroyingum bankaði teir næstbestu hjá ÍF av við 5-0 sigri. Sostatt er nýggja felagsliðið í Suðuroynni nýtt oddalið í næstbestu deildini hjá monnum eftir fyrsta umfar.

 

Úrslitini í dag:

B68-HB 1-0

Giza Hoyvík – NSÍ 0-3

AB – B36 1-1

KÍ – Víkingur 4-2

TB/FCS/Royn – ÍF 5-0