Bara børnini kappaðust

Badminton: Triðja umfar í Grand Prix kappingini í badminton var í vikuskiftinum

Sofus Johannesen


Kappingin byrjaði leygardagin kl. 11, tá hópur av børnum møttu og flokkaðust um borðið hjá Jógvani og Ísaki fyri at tekna seg til kappingina.

Hetta sýntist heldur fløkjasligt, men hetta er neyðugt, siga teir, tí útskiftingin er rættiliga stór frá einari kapping til aðra. Fleiri eru sjálvsagt tey somu, men nýggj koma til, og onkur kann ikki møta til onkra kapping, vegna sjúku, føðingardag ella tílíkt.

Men kappingin er soleiðis skipað, at ikki er neyðugt at møta hvørja ferð.

Tó so, ætlar tú tær at vinna kappingina, so ræður um at møta upp, tí um tú ikki luttekur í einum umfari, so fært tú sjálvsagt onki stig, og kanst tí rokna við at flyta langt niður á ranglistanum, tí stigini fyri allar kappingarnar verða tald saman, tá endaligi vinnarin skal finnast.

Hesi vóru so úrslitini av teimum kappingunum, ið vórðu leiktar leygardagin:


Gentur undir 10 ár

1. Jenny Nielsen, VÍF

2. Inga Nielsen, VÍF

3. Lív Næs, VÍF


Gentur 10-12 ár

1. Alexandra Neshamar, HBF

2. Helena Mortensen, HBF

3. Herbjørg Eliasen, HBF

4. Lis Christoffersen Hansen, VÍF


Gentur 12-14 ár

1. Jenny Niclasen, ÍF

2. Elin Hansen, HBF

3. Birita Nielsen, HBF


Gentur 14-16 ár

1. Karin Hansen, HBF

2. Hjørdis Klein, HBF

3. Bjørg Lamhauge, HBF


Kvinnuunglingar

1. Bjørg Poulsen, HBF

2. Elin Joensen, HBF

3. Alma á Lava, HBF


Dreingir undir 10 ár

1. Niclas Eysturoy, HBF

2. Eli Fróði Hansen, ÍF

3. Hilmar Kass Jacobsen, HBF


Dreingir 10-12 ár

1. Thomas Rubeksen, HBF

2. Gunnar Poulsen, HBF

3. Theis Rein, HBF


Dreingir, 12-14 ár

1. Bjartur Lamhauge, HBF

2. Hanus Eliasen, ÍF

3. Jonhard Hansen, ÍF


Dreingir 14-16 ár

1. Jens Norðberg, HBF

2. Tommy Jacobsen, HBF

3. Teitur Ellingsgaard, HBF


Mansunglingar

1. Jørgen Enghamar, HBF

2. Aksel Poulsen, HBF

3. Eirikur Hansen, HBF