LØGMANSSTEYPIÐ
Nú tað er greitt, hvørji feløgini í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið eru, er tað eisini greitt, at ein møguligur trupulleiki er burtur. Sambært UEFA skránni verður annar av dystunum í fyrsta innleiðandi umfarinum í UEFA Cup kappingini spælt hósdagin 29. juli, sum er ólavsøkudagur.
Tvey føroysk feløg skulu spæla í UEFA Cup. Annað felagið er B36, sum vann silvur í landskappingini í fjør, og hitt er B68, sum vann bronsu í landskappingini í fjør, og sum slapp upp í part í UEFA Cup, tí B36 vann Løgmanssteypið í fjør.
Eftir at bólkaumfarið er av, er tað greitt, at B68 verður ikki partur av steypafinaluni. Harvið er møguleikin burtur fyri, at toftamenn sama dag bæði skulu spæla á Ólavsøku og í altjóða kapping.
Tað er framvegis møguleiki fyri, at B36 bæði skal spæla steypafinalu og í UEFA Cup á Ólavsøku. Í FSF hava teir leingi verið greiðir yvir henda møguliga trupulleikan. Men teir hava ikki hildið, at tað enn hevur verið neyðugt at gera nakað við hetta.
Eitt er, at tað framvegis er ógreitt, hvørjum B36 skal spæla ímóti í UEFA Cup. Tað lutakastið verður ikki fyrrenn í juni. Eitt annað er tað, at tað ikki er greitt enn, um B36 verður annar parturin av steypafinaluni. Um B36 fer at tapa ímóti VB 8. mai, so verður ikki talan um nakran trupulleika á Ólavsøku. Undir øllum umstøðum verður tað greitt 3. juli, um B36 skal spæla steypafinalu ella ikki.
Um B36 verður partur av steypafinaluni, so er ætlanin at royna at fáa UEFA Cup dystin fluttan nakrar dagar. Um B36 ikki verður partur av steypafinaluni, so er ætlanin at fáa útidystin í UEFA Cup spældan á Ólavsøku.
Um B36 verður annar av pørtunum í steypafinaluni, og um tað ikki fer at eydnast at flyta UEFA Cup dystin, sum sambært skránni skal spælast ólavsøkudag, so verður talan um ein trupulleika, sum skal loysast á annan hátt. Um tað fer at bera við sær, at tað verður neyðugt at flyta steypafinaluna, ber ikki til at siga nakað um enn.