Bara eitt tingfólk sigur nei til sáttmála við Russland

Tingfólk hava fullkomiliga broytt støðu um russlandssáttmálan síðani valið. Tað vísir spurnarumfar, sum Sosialurin hevur gjørt millum tingfólk

Tá Sosialurin 21. oktober í fjør spurdi tingfólk, sum vit skulu hava nýggjan sáttmála við Russland fyri 2023, søgdu 15 nei. At tað skuldu vit ikki.

Bara 3 tingfólk søgdu ja. Restin vildi ikki svara.

Tá Sosialurin í vikuni spurdi tingfólk sama spurning, um vit skulu hava nýggjan sáttmála við Russland fyri 2024, so er bara eitt tingfólk, sum sigur nei. 10 siga ja til at samráðast við Russland um nýggjan sáttmála. 20 tingfólk vilja ikki svara spurninginum.

Meira um hetta í Vikuskiftis Sosialinum, sum kom á gøtuna í dag og sum fæst í leysasølu kring landið og sum haldara kunnu lesa á sos.fo

##med2##