Bara fimta hvør er kvinna

Av teimum sum hava sitið í landsstýrinum síðani 1985 eru 22,9 prosent kvinnur. Í dag er støðan munandi verri. Kvinnuumboðanin í landsstýrinum er bara 14,3

Av teimum sum hava sitið í landsstýsinum síðani fyrsta kvinna varð vald í landsstýri hin 11. januar í 1985, hevur bara fimta hvør verið kvinna.

Tilsamans 70 fólk hava sitið í landsstýrinum, síðani Jóngerð Purkhús, sum hin fyrsta kvinnan nakrantíð, varð vald í landsstýrið hjá Atla P. Dam, løgmanni, hin 11. januar í 1985.

Av teimum 70 fólkunum hava 16 teirra verið kvinnur og 54 teirra verið menn.

Tað er 22,9 prosent kvinnur og 77,1 prosent menn.

Í landsstýrinum í dag er bara ein kvinna og seks menn.

Tað gevur eitt býti upp á 14,3 prosent kvinnur og 85,7 prosent menn.

Í dag er altjóða kvinnudagur – ein dagur, ið hevur verið hildin í meira enn eina heila øld. Vit kunnu staðfesta, at framstig hava verið. Men havandi hesi gott og væl 100 árini í huga, síðani hesin dagur varð vígdur stríðnum fyri rættindum hjá kvinnum, so er syndarliga litið komið burturúr hjá kvinnum, sum so langt frá hava sama vald, sum menn.

Mikið rok hevur verið í Føroyum javnstøðu, um hon skuldi fremjast við lóg, ella um tað var nakað nátúrligt, sum kom av sær sjálvum – um kvinnur altso vildu hava vald. Tað hava føroyskir menn ikki verið sannførdir um, at kvinnur vilja.

Tá uppskot um javnstøðu var frammi í Løgtinginum var mikil goragangur. Málið var fyri í tinginum í 1988, men varð felt.

Men 15. apríl í 1994 var uppskotið um javnstøðulóg samtykt, og so skuldu vit kanska hildið, at í øllum førum tingfólk, floksformenn og løgmenn fóru at royna at halda lógina, tá teir skipaðu landsstýrið. Men tað hava tey ikki gjørt – við einum undantaki, sum var undanfarn landsstýrið hjá Aksel V. Johannesen, har tað vóru 4 kvinnur og 4 menn.

Tað mundi vera vónbrot hjá mongum, tá Bárður Nielsen skipaði senasta landsstýrið við einari kvinnu og seks monnum. Har er kvinnuprosentið bara 14,3, sum er væl undir miðal, um vit telja saman allar kvinnur og menn, sum hava sitið í landsstýrinum síðani 11. januar í 1985, tá Jóngerð Purkhús sum fysta kvinna varð vald í landsstýrið.

Tá Jóannes Eidesgaard skipaði »slipsalandsstýrið« í 2004 við 7 monnum og 0 kvinnum viðgekk hann, at hetta vart skeivt og helt, at hetta fór ikki at henda aftur. Hóast hann higartil hevur havt rætt, so er støðan í dag næstan líka ring – sæð við javnstøðueygum.

Í seinna landsstýrinum hjá Jóannes Eidesgaard í 2008 vóru 5 menn og 3 kvínnur.

Í fyrra Landsstýrinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen í 2008 vóru seks menn og tríggjar kvinnur.

Í seinna landsstýrinum hjá Kaj Leo Holm Johannesen frá 2011 vóru 7 menn og 1 kvinna.

Í landsstýrinum hjá Aksel V. Johannesen frá 2015 var fyri fyrstu ferð javnstøða: 4 menn og 4 kvinnur.

Og í landsstýrinum hjá Bárði Nielsen frá 2019 eru 6 menn og bara 1 kvinna.

Hyggja vit eftir landsstýrismanningum, sum er heilt galið við javnstøðuni. So er spurningurin, hvør orskin er til tess. Um kvinnur ikki bjóða seg fram, ella um kvinnur ikki sleppa framat. Greitt er, at vit velja færri kvinnur á ting menn. Men greitt er eisini, at flokkarnir stilla færri kvinnur upp enn menn. Og at nógv fleiri menn eru í leiðandi størvum í flokkunum.

Tann stóri trupulleikin hjá monnum er kanska, at um kvinnur skulu hava vald, so skulu menn missa vald.

Tað er okkurt, sum bendir, at menn treyðugt lata kvinnum vald.

Í gjár hendi tað so fyri fyrstu ferð í 16 ár, at ein kvinna tók við leiðsluni í einum flokki, tá Ruth Vang tók við sum forkvinna í Framsókn. Seinasta kvinna, sum stjórnaði einum flokki, var Listbeth L. Petersen, sum frá 2001 til 2004 var forkvinna í Sambandsflokkinum. Fyri ta tíð vóru tvær aðrar kvinnur í slíkum størvum, Helena Dam á Neystabø, sum var forkvinna í Sjálvstýrisflokkinum frá 1994-2001 og Marita Petersen, sum var forkvinna í Javnaðarflokkinum frá 1993 til 1996.

Listin niðanfyri sýnir tær 16 kvinnurnar, sum hava sitið í landsstýrinum síðani Jóngerð Purkhús sum fyrsta kvinna varð vald í landssstýið 11. januar í 1985:

(Í bókstavarøð)

1

Annika Olsen

2

Annita á Fríðriksmørk

3

Annlis Bjarkhamar

4

Bjørt Samuelsen

5

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

6

Eyðgunn Samuelsen

7

Hanna Jensen

8

Helena Dam á Neystabø

9

Jóngerð Purkhús

10

Karolina Petersen

11

Kristina Háfoss

12

Marita Petersen

13

Óluva Klettskarð

14

Rigmor Dam

15

Rósa Samuelsen

16

Sirið Stenberg

 

Listin niðanfyri sýnir teir 54 menninar, sum hava sitið í landsstýrinum síðani Jóngerð Purkhús sum fyrsta kvinna varð vald í landssstýið 11. januar í 1985:

(Í bókstavarøð)

1

Aksel V. Johannesen

2

Andrias Petersen

3

Anfinn Kallsberg

4

Atli P. Dam

5

Axel H. Nolsøe

6

Bárður Nielsen

7

Bergur Jacobsen

8

Bill Justinussen

9

Bjarni Djurholm

10

Bjørn Kalsø

11

Edmund Joensen

12

Eilif Samuelsen

13

Eyðun Elttør

14

Finnbogi Arge

15

Finnbogi Ísakson

16

Hans Pauli Strøm

17

Heðin Zachariasen

18

Helgi Abrahamsen

19

Henrik Old

20

Høgni Hoydal

21

Ivan Johannesen

22

Ivan Johannesen

23

Jacob Vestergaard

24

Jenis av Rana

25

Jóannes Eidesgaard

26

Jógvan á Lakjuni

27

Jógvan Durhuus

28

Jógvan Ingvard Olsen

29

Jógvan Sundstein

30

Jógvan við Keldu

31

Johan Dahl

32

John Johannessen

33

John Petersen

34

Jørgen Niclasen

35

Kaj Leo Holm Johannesen

36

Kári P. Højgaard

37

Karl Heri Joensen

38

Karsten Hansen

39

Kristian Magnussen

40

Lasse Klein

41

Magni Laksáfoss

42

Niels Pauli Danielsen

43

Olaf Olsen

44

Óli Holm

45

Óli Jacobsen

46

Páll á Reynatúgvu

47

Poul Michelsen

48

Sámal Petur í Grund

49

Signar á Brúnni

50

Svend Aage Ellefsen

51

Thomas Arabo

52

Tórbjørn Jacobsen

53

Tordur Niclasen

54

Vilhelm Johannesen

 

Kvinnur: 22,9 prosent

Menn:77,1 prosent