Bara hugflogið setur mørk á Brúnni

- Sandoyggin er perfekt. Her er bæði sandur, fjøll og vøtn, sigur Erika Winther, leiðari.á eftirskúlanum í Skálavík, har tey ungu mennast bæði fakliga og persónliga.

”Árið á eftirskúla var tað besta árið!”.

 

Hetta er nakað, sum fólk, ið hava verið á eftirskúla, ofta plaga at siga.

 

Og júst hesin setningurin er eisini nakað, sum Erika Winther, leiðari á Brúnni, eftirskúlanum í Skálavík, kennir aftur frá teimum, sum hava verið á eftirskúla har seinastu árini.

 

- Tey eru glað, tá tey koma, og glað tá tey fara. Tey elska tað, haldi eg, eg tori at siga, sigur Erika Winther.

 

Brúgvin er eitt 10. flokstilboð, sum er munandi øðrvísi enn vanliga 10. floksárið.

 

- Tað serliga við eftirskúla er jú, at man býr á staðnum. So tað er bæði skúli og heim í eitt heilt skúlaár, sigur Erika Winther og vísir á, at man tí lærir nógv meira enn bara at ganga í skúla.

 

- Á eftirskúla mennist man ikki bara fakliga, men eisini sosialt og persónliga. Allir førleikar verða settir uppá spæl, og búningin er týðilig aftaná eitt skúlaár. Man lærir at taka ábyrgd og taka lut í samfelagnum, og typiskt torir man betur at traðka fram, sigur hon.

 

##med2##

 

Fjølbroytt skúlalív

 

Skúlaárið er býtt á 4 skeið, so skemaið broytist so hvørt.

 

Tey hava tvær høvuðsbreytir, sum eita #Saman og #Meining. Aftrat hesum eru fýra vallærugreinar – wildlife, kokk amokk, tónleikur og skapandi list, og haraftrat hevur man kravdar vanligar lærugreinir sum føroyskt og støddfrøði.

 

- Gjøgnum árið hava vit 6 verkstovur, har man arbeiðir burturav við einum evni í nakrar dagar, og dugnalig fólk koma inn at undirvísa, soleiðis at tann vanliga undirvísingin verður brotin eitt sindur av, og man kann fordjúpa seg í tónleiki, list ella øðrum.

 

- Eisini vitja vit stovnar og fyritøkur, og vit royna eisini at gera okkurt í lokalsamfelagnum. Til dømis skipaðu næmingarnir fyri einari jólakonsert í fjør, har eini 200 fólk vitjaðu.

 

Starvsvenjing er eisini fastur partur av skúlaárinum.

 

##med3##

 

Vitja 3 býir í Europa

 

Umframt at brúka føroysku náttúruna og tað, tey hava á Sandoynni, vitja tey hvørt ár tríggjar býir í Europa. Í ár vóru tey í Keypmannahavn, London og Reykjavík.

 

– Í Keypmannahavn spældu næmingarnir ein leik, tey sjálvi hava skrivað á einari verkstovu saman við einum donskum eftirskúla, ið vitjaði í Føroyum. Tað var top-professionelt. Tað haldi eg var mega kul. Eini hundrað fólk komu og sóu leikin, sigur skúlaleiðarin.

 

- Tað er altíð stuttligt at fara á námsferð, og har fáa næmingarnir nógvar upplivingar og knýta vinarbond.

 

 

 

Sera góðar umstøður

 

Alt í alt lata tey øgiliga væl at á Brúnni, bæði foreldur, næmingar og starvsfólk. Tað skilir Erika Winther væl, tí umstøðurnar eru framúr góðar,

 

- Sandoyggin er perfekt. Her er bæði sandur, fjøll og vøtn. Man kan padla, kajakka, ganga túrar og alt møguligt. Hetta er bæði upplagt fyri wildlife-lærugreinina, men eisini generelt til øll á skúlanum, tí vit eru nógv úti.

 

At fara á eftirskúla er upplagt fyri tey, ið dáma væl at vera sosial, eru skúlatroytt ella vilja royna okkurt heilt nýtt.

 

- Her er altíð lív í húsinum. Tað er bara hugflogið, ið setur mørk her, sigur Erika Winther.

 

Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024