Bara ikki í Havn

Ágangurin er stórur at flyta arbeiðspláss úr Havn.

 

Eitt dømi var aftur í seinastu viku, tá landsstýrið boðaði frá, at nýggja fongslið, sum skal byggjast í Føroyum, verður staðsett við Áir .

 

Avgerðina skilji eg ikki, og sum skilst er hetta eisini at fara ímóti tilmælinum frá avvarðandi myndugleikum.

 

Upprunaliga var sagt, at fleiri ítøkilig krøv vóru til staðsetingina. Økið skuldi vera tætt upp at bygt øki. Har skuldi vera gott busssamband til starvsfólk og vitjandi. Økið skuldi vera avbyrgt, men samstundis vera partur av einum nærumhvørvi. Og tað skuldi vera innan fyri rímiliga fjarstøðu frá Havnini.

 

Sjálvandi skal fongslið byggjast í Húsahaganum, sum býráðið í Havn eisini hevur mælt staðiliga til. Har høvdu tey fongslaðu havt góða atgongd til ítriv, arbeiði, undirvísing, motión og møgulig læknaørindi. Gamla arretshúsið var annars bygt í Havn í 1967. Virksemið var flutt niðan í Mjørkadal sum eina fyribils loysn í 2011, men av onkrari orsøk skal tað nú bara ikki vera í Havn, men heldur flytast úr høvuðsstaðarøkinum uttan haldgóðar grundgevingar.

 

Tað er neyðugt, at býráðið í Havn ger sítt fyri at verja og varðveita virksemið, sum er í høvuðsstaðnum. Tað eru eftir øllum at døma ikki nógv onnur, sum gera tað.

 

 

 

Tróndur Sigurðsson

Býráðslimur