Amerikanski forsetin og forsetafrúan komu til London á vitjan í gjár, og sambært bretsku løgregluni eru fleiri mótmælistiltøk fráboðað í samband við vitjanina.
Fleiri enn 1600 løgreglufólk eru í gøtunum í London, har skipað longu hevur verið fyri mótmælum, og væntandi er, at enn fleiri mótmælisgongur verða.
Útlendskir miðlar vita at siga, at nøkur fólk eru handtikin, eitt nú tí, at ein ljósmynd av Donald Trump og Jeffrey Epstein varð víst á einum torni á Windsor-slottinum.
Myndin var ein áminning um sambandið millum amerikanska forsetan og vanæraða vinnulívsmannin, sum ikki er okkara millum meira.
Mótmælisfólk hava borið skeltir við ymiskum áskriftum, eitt nú "Trump, tín politikkur luktar..." og "Far heim - tú dálkar Windsor..."
Seinnapartin í dag hevur verið roknað við, at fleiri mótmælisgongur verða, og hetta fara vit ivaleyst at hoyra meira um, sum dagurin gongur.
Hetta skrivar www.tv2.no seinnapartin í dag.