Fiskiflotin
Síðsta fríggjadag bjóðaði Rasmussen & Weihe viðskiftafólki til kunnandi fund um úrslitið av kanningini, sum fyritøkan hevur gjørt.
Umboð fyri reiðaríir, fiskavirkir og fíggingarstovnar vóru á fundinum, har Jóhan Martin Jacobsen legði úrslitini fram.
Í blaðnum í dag fara vit at hyggja at einum parti av tí, sum sagt varð um fiskiflotan.
- Vit hava við fáum undantøkum tikið øll fiskiskip við í greiningina. Talan er skip, ið eru omanfyri 110 tons (línuskip) ella hava eina maskinorku yvir 400 hk (trolarar). Hetta svarar til flokkingina av fiskiskipum í lógini um vinnuligan fiskiskap, segði Jóhan Martin Jacobsen.
Hann vísti á, at útróðrarflotin er ikki við í greiningini, tí her eru bert fáir bátar, sum eru skipaðir í partafelag ella smápartafelag og hava skyldu at lata inn almennan roknskap.
Í frágreiðingini eru vinnugreinarnar býttar upp soleiðis: Pelagisk vinna, rækjuvinna, verksmiðjutrolarar, partrolarar, lemmatrolarar, línuskip, garnaskip og onnur skip.
Egnar niðurstøður
- Vit hava lagt dent á at vísa gongdina hjá hvørjum einstøkum skipabólki hesi 5 árini, men fyri at fáa eina heildarmynd av fiskivinnuni, hava vit eisini valt at leggja tølini fyri allar skipabólkarnar saman.
Tað eru nógvar detaljur í eini slíkari greining, og tí hevur Rasmussen & Weihe lagt dent á, at tey, sum lesa frágreiðingina, kunnu gera sær sínar egnu niðurstøður.
- Taltilfarið er rúgvusmikið og kann greinast á ymiskar hættir. Men vit kunnu staðfesta, at ógvuliga stórar broytingar eru farnar fram árini, 1998 og fram til 2002.
Jóhan Martin Jacobsen vísti á, at sum heild hevur fiskiflotin havt eina støðuga framgongd árini 1998 til og við 2001.
- Men árið 2002 er nakað verri enn 2001, og hetta stuðlar eisini undir ábendingarnar um, at búskapargongdin er vend frá framgongd til afturgongd.
Gongdin versnar
Hann segði, at greiningarnar fevna ikki um 2003, men týðiligar ábendingar eru um, at árið 2003 hjá mongum skipum er munandi verri enn 2002.
- Sambært Hagtíðindum fyri desember 2003, minkaði feskfiskaveiðan við 13% í virði níggju teir fyrstu mánaðirnar í 2003 í mun til árið fyri. Tað eru bert línuskipini, sum ikki hava merkt nakra niðurgongd í 2003.
Jóhan Martin Jacobsen segði, at veiðivirðið hjá partrolarum, lemmatrolarum og garnaskipum er minkað við ávikavist 27, 16 og 11% fyrstu níggju mánaðirnar í 2003.
Pelagisk skip
Skipini, sum fiska pelagisk fiskasløg, høvdu eitt framúr gott ár í 2001, men í 2002 versnaði úrslitið munandi. Úrslitið fyri 2002 er tó tað næstbesta hesi 5 árini. Pelagiski flotin er væl konsolideraður og er annars væl fyri.
- Sambært teimum ábendingum, vit hava fingið, kann roknast við, at pelagiski flotin hevur havt eitt gott ár í 2003 ? eitt ár, sum helst svarar til árið 2002, segði Jóhan Martin.
Rækjuskipini
Greiningin hjá Rasmussen & Weihe staðfestir nógvu umtaluna, sum rækjuflotin hevur fingið seinastu árini.
- Rækjuflotin hevur havt nøkur trupul ár, og støðan var alt annað enn góð við árslok 2002. Alllar ábendingar siga, at flotin hevur havt enn eitt vánaligt ár í 2003.
Jóhan Martin segði, at skip eru farin av knóranum, og okkurt skip er farið úr flotanum.
- Henda ikki munandi broytingar í rakstrinum, má roknast við, at fleiri rækjuskip fara av knóranum í næstum.
Verksmiðjutrolarar
Verksmiðjuskipini eru rættiliga stabil. Tey hava havt nøkur rímiliga góð ár, hóast veiðinøgdirnar hava verið skiftandi. Áhugavert er, at miðalprísurin fyri lidnu vøruna er broyttur øvutan veg, sum nøgdirnar hava verið skiftandi hesi 5 árini. Tá ið nøgdirnar eru minni, er prísurin hægri ? og øvut.
Flotin var væl fyri við árslok 2002.
- Tær ábendingar, vit hava, geva okkum ta fatan, at raksturin hjá hesum skipabólki í 2003 er nøkulunda á sama støði sum í 2002, segði Jóhan Martin.
Partrolarar
Hóast fíggjarstøðan hjá partrolarunum versnaði í 2002, eru hesi skip væl fyri. Men ábendingarnar fyri 2003 eru ikki serliga positivar. Sambært Hagtíðindum hevur hesin skipabólkur staðfest eina afturgongd uppá 27% í veiðivirði níggju teir fyrstu mánaðirnar í 2003 í mun til árið fyri. Hetta er ein sera stór afturgongd.
- Upsaprísirnir eru sera lágir, og ein so stór afturgongd merkir helst, at partrolararnir hava trupult við at fáa raksturin at hanga saman. Væntandi er tí, at fleiri skip hava havt eitt hall í 2003, segði Jóhan Martin.
Lemmatrolarar
Samanumtikið hava lemmatrolararnir havt tað hampiliga gott árini 1998 til 2002, og konsolideringin er góð.
- Men 2002 royndist ikki nakað serligt, og ábendingar eru um, at 2003 er munandi verri enn 2002.
Jóhan Martin vísti til Hagtíðindi og segði, at fyrstu níggju mánaðirnar í 2003 høvdu lemmatrolararnir eina afturgongd í veiðivirði upp á 16%.
Eins og hjá partrolarunum, er tí væntandi, at lemmatrolararnir helst hava havt eitt hall í 2003.
Línuskipini
Línuskipini eru sera væl fyri. Tað hevur gingið væl hjá hesum skipabólki seinastu árini, og árið 2002 var serstakliga gott. Mett verður, at árið 2003 helst er líka so gott sum árið fyri. Fyrstu níggju mánaðirnar í 2003 høvdu línuskipini umleið sama veiðivirði sum árið fyri.
- Línuskipini er einasti skipabólkur, sum hevði framgongd í 2002. Orsøkin er í fyrsta lagi, at veiðinøgdin øktist við 37,3%. Vaksandi nøgdin vann á einum falli í avreiðingarprísunum uppá 15,6%, segði Jóhan Martin.
Garnaskipini
Garnaskipini eru væl fyri, hóast 2002 var eitt vánaligt ár hjá hesum skipum. Úrslitið í 2002 var munandi verri enn árið fyri, og ábendingar eru um, at afturgongdin helt fram í 2003.
Sambært Hagtíðindum hava "Gørn og annað" verið fyri eini afturgongd í veiðivirði uppá 11% fyrstu níggju mánaðirnar í 2003.
- Garnaskipini høvdu sítt besta ár í 2000, men síðan hevur gingið afturá. Nøgdirnar eru munandi minkaðar, men prísurin hevur hildið sær nøkulunda seinastu trý árini, segði Jóhan Martin Jacobsen.
Skipaaldur
Okkara fiskiskipafloti er annars rættiliga gamal.
Pelagisku skipini eru 18 ár í miðal, rækjuskipini, sum eru tey nýggjastu, eru 13 ár í miðal, verksmiðjutrolararnir (17), partrolararnir (27), Lemmatrolararnir (20), línuskipini (35), garnaskipini (34) og onnur skip eru 34 ár í miðal.
Samanlagt er okkara fiskiskipafloti 26 ára gamal í miðal.