Er tað rímiligt, at fiskidagar, sum tað almenna hevur latið ókeypis, verða seldir við stórum vinningi?
Hendan spurning hevur Búskaparráðið sett sær í seinastu frágreiðingini, sum kom út í farnu viku.
Sjálvt heldur ráðið ikki, at tað er rímiligt.
Tí heldur tað, at tað rættasta hevði verið, um landsstýrið sjálvt seldi fiskidagar.
Tvs, at tað er ein meiriluti í Búskaparráðnum, sum heldur hetta, tí tað er ikki heilt samt um hesa niðurstøðu. Einasti reiðari í Búskaparráðnum, Anfinnur Olsen, er ímóti at tað almenna skal selja dagar. Hann heldur, at vinnan hevur søguligan rætt til at keypa og selja fiskidagar og tað skal varðveitast.
Almenna selir dagar
Men meirilutin í Búskaparráðnum heldur ikki, at tað er rættvíst, at reiðarar skulu sleppa at selja fiskidagar við stórum vinningi, sum teir hava fingið ókeypis frá tí almenna.
? Tað er eisini komið fyri, at tað almenna hevur latið skipum endurgjald fyri fiskirættindi, sum tað almenna upprunaliga læt hesum skipum ókeypis.
Búskaparráðið leggur dent á, at tað tekur undir við, at tað skal bera til at keypa og selja fiskidagar.
? Men ávísir hættir at umsita fiskidagarnar kunnu tykjast meiri í samsvar við tað, sum er rætt og rímiligt, sigur ráðið.
Ráðið sigur, at higartil hevur tað ikki vilja lagt seg út í, hvussu fiskidagaskipanin verður umsitin, men nú tykist tað sum um vit eru komin til eitt vegamót. Tí hevur tað nú tikið tveir avgerandi spurningar í skipanini upp: Nevniliga, hvør selur og, hvat verður selt.
Sum er, kunnu skip keypa og selja fiskidagar ímillum sín, uttan at nøkur samsyning verður latin til tað almenna.
Men tað hevði eisini borið til, at tað almenna sjálvt bjóðar fiskidagar til sølu á uppiboði
Ímóti lógini
Búskaparráðið vísir til lógina um vinnuligan fiskiskap, har tað stendur, at livandi tilfeingið er ogn Føroya fólks og at rættindi, sum verða latin, veita ikki nøkrum ognarrætt. Somuleiðis kunnu rættindi takast aftur uttan endurgjald.
Búskaparráðið heldur tí, at sum er, kann skipanin føra við sær, at ágóðin av tilfeinginum undir Føroyum verður tilvildarliga ognað nøkrum fáum og tað er í stríð við ásetingina í lógini um, at tilfeingið er ogn Føroya fólks.
Annar trupulleiki við skipanini íløtuni, er, at tað verður trupult hjá ungum fólki, sum hava hug at royna fiskivinnu sum vinnuveg, at sleppa framat, uttan fyrst at betala dýrt fyri at keypa fiskirættindi- rættindi, sum teir, ið selja, áður hava fingið ókeypis.
Hetta er heldur ikki í samsvari við eina aðra meginreglu í lógini, sum sigur, at fiskifør undir føroyskum flaggi skulu hava so fría atgongd sum gjørligt til tilfeingið.
Búskaparráðið sigur, at triði vansin við skipanini í løtuni, er, at um tað verður ov trupult at koma uppí part, kann hon fara at líkjast einum einkarrætti og so kann hon blíva óeffektiv.
Tí er tað neyðugt at tryggja eina neyðuga útskifting, sigur Búskaparráðið.
Ráðið sigur, at skulu vit fáa eina støðuga vinnu, ið fær undirtøku sum frálíður, er tað tí neyðugt at finna eina skipan, sum bæði verður uppfatað sum rættvís og effektivitetsfremjandi.
Og tað er ivasamt við skipanini, sum er, bara fyri tað um reiðarar fáa rúmari ræsur at keypa og selja fiskidagar.
Tí heldur meirilutin í Búskaparráðnum, at tað almenna skal gera ein fiskidagabanka sum reiðarar so kunnu keypa dagar úr.
? Tað hevði tryggja effektivitet og avkast. Tað hevði eisini tryggja fríari atgongd til at fiska, samstundis sum tað hevði tryggjað, at ognarrættur og avkast kemur øllum Føroya fólki til góðar, sigur Búskaparráðið.